16 dagar at fáa brøv ímillum hús í Hvalba

POSTA SEINT Nógvir partaeigarar í stórari fyritøku í Hvalba, sluppu ikki á aðalfund, tí brøvini við innkallingini komu ikki fram

- Hetta er ikki gott nokk!
Georg Rasmussen, rakstrarstjóri á Posta viðgongur blankt, at tað er ikki ílagi, at Posta skal brúka heilar 16 dagar um at bera brøv ímillum húsini í Hvalba.
Men tað var akkurát hetta, sum hendi í Hvalba rundan um páskirnar.
Vit hava fingið at vita frá fleiri hvalbingum, at í hesum føri er tey ikki nøgd við tænastuna frá Posta.
Talan er um eina rúgvu av brøvum til fólk í Hvalba og Sandvík,
Brøvini eru dagsett 2. apríl og vórðu latin í ein Postkassa í bygdini sama dag, ella í seinasta lagi dagin eftir.
Men tað var ikki fyrrenn 16. apríl, at brøvini vórðu borin út.
Hetta var stak óheppið, tí talan var um innkalling til aðalfund í Steintór Holding, sum er ein krumtappur í vinnulívinum í Hvalba og sum hevur nógvar partaeigarar.
Men av tí at tað gekk so avbera seint við postútberingini, vóru tað fleiri partaeigarar, sum ikki fingu boðini og sum sostatt heldur ikki fingu møtt á fundi.

Ikki nóg gott
Gunn-Britt Bjarnason, økisleiðari hjá Posta í Suðuroy, hevur onga viðmerking.
Hon vísir ístaðin til Georg Rasmussen, rakstrarstjóra í Posta.
Og hann viðgongur blankt, at hetta eigur Posta at klára betri.
- Sjálvt um hetta er beint upp undir páskir, eiga brøvini at verða borin út 10. apríl, ella í seinasta lagi 11. apríl, sigur hann
Sostatt var hetta ein støk hending, tí hetta eigur Posta at klára betri.
Georg Rasmussen sigur, at tey hava fingið skriv um hetta ítøkiliga málið og at tey hava kannað tað.
Men hann sigur, at tað er tórført at fáa eina forkláring, sum kann brúkast til nakað.
Sum hann hevur fingið upplýst, er postkassin í Hvalba tømdur eftir ætlan og brøvini send til Havnar, sum tey skulu, at verða sorterað.
Men hann sigur, at Posta í Suðuroy hevur upplýst, at tann eina dagin, tey skuldu tøma postkassan, var herverk gjørt á hann við tað, at okkurt var potað í lyklarholið, so at tey ikki fingu tømt hann.
Tey máttu so fara aftur seinni at taka allan postkassan sundur.
Men um tað var akkurát hendan dagin, er ikki greitt.
Øll brøv skulu sendast til Havnar at verða sorterað og so verður allur postur, sum skal til Hvalbiar, pakkaður og sendur suður aftur, klárur at bera út.
Hetta kann tykjast øvugt, men tey hava stór og dýr amboð at sortera post við í Havn og tískil verður allur postur úr allari verðini, sum skal til ávísar bygdir, fyrst savnaður saman í Havn, har hann verður sorteraður og semdur avstað aftur.
Í mesta lagi 4 dagar

Tað skal í mesta lagi ganga fýra dagar frá tí at postur verður sendur í Føroyum, til hann verður borin út, tá ið móttakarin eisini býr í Føroyum.
Tað er málið hjá Posta.
Georg Rasmussen, rakstrarstjóri, at Posta hevur sett sær eitt mál, sum tey kalla J+4.
”J” er dagurin, tá ið posturin verður latin Posta í Føroyum og so skulu tað í mesta lagi ganga fýra dagar, til móttakarin hevur fingið postin.
Men tá talan um ein móttakara í Føroyum og tað er eisini ein fortreyt, at navn og bústaður er rætt skrivað.
Í hesum føri við innkallingini til aðalfund í Hvalba, hevur Postað als ikki livað upp til síni egnu krøv og tað harmast rastrarstjórin um.
Men hann er vísur í, at hetta er eitt mistak av onkrum slagi, sum ikki eigur at koma fyri – og sum eisini má metast at vera ein heilt serstøk hending.
Annars er Posta í ferð við at keypa sær útgerð, har tað ber til at spora brøv, frá tí at tey eru latin Posta, til tey verða borin út.
Við hesi nýggju skipanini ber eisini til at staðfesta, hvørji postboð hava havt ábyrgdina av brøvunum.
Georg Rasmussen, væntar, at nýggja skipanin verður tikin í nýtslu um eitt hálvt ár.

Innskrivað brøv øðrvísi
Hinvegin leggur rakstrarstjórin afturat, at verða brøv send sum innskrivaður postur, ber til at fylgja teimum alla tíðina.
Hann vísir eisini á, at innskrivað brøv verða IKKI send til Havnar at verða sorterað.
Í samband við hesi ávísu brøvini í Hvalba, sum ikki komu fram til tíðina, staðfestir Georg Rasmussen, at vórðu tey send sum innskrivað brøv, høvdu tey ikki verðið send til Havnar at sorterast, men høvdu verðið borin út beinleiðis.
Annars er Posta farin í holt við at endurskoðað alla skipanina í samband við postkassar og hvussu og nær, teir verða tømdir.






Tað er ikki nóg gott, at tað skal taka so langa tíð at fáa brøv úr einum postkassa í Hvalba til móttakarar í Hvalba, sigur Georg Rasmussen, rakstrarstjóri á Posta