Regatta 2003:

Sjálvt um tað illa bera til at saman bera Ólavsøkuna við regattasigling, so vóru tað fleiri í høvdu á munni, at hettar var betri enn nøkur Ólavsøka. Regattasiglingin byrjaði á Eiði fríggjakvøldið og komið var út til Nólsoyar leygardagin

Regatta
Kaj Joensen

Tað var rokan í fjøruna á Eiði fríggjakvøldið, millum 110 og 120 bátar gjørdu klárt at sigla fyrsta teinin til Hósvíkar í árligu regattasiglingini hjá Hósvíkar róðrafelag. Eini 750 fólk í øllum aldri mannaðu bátarnar. Einasta krav fyri at vera við var at gjalda einans 100 krónur. So tað var einki at siga til at tað var trongligt í havnini á Eiði. Í ár er fjórða árið lagt var av Eiði í regattasigling. Tað fyrsta árið sigldu bátarnir til Havnar. Men trý tey síðstu árini endastøðin verið í Nólsoy á Ovastevnu.

Regatta er fyri øll
Hýrurin á okkum fimm landkrabbum, sum ætlaðu okkum til Hósvíkar fríggjakvøldið, var góður. Vit høvdu gjørt okkum væl út. Vit høvdu tann góðu hýrin við, sum nokk man vera tað mest umráðandi tá ið ein er felags um okkurt. Eisini høvdu vit gjørt okkum út við bæði mati og drekka. Hóast hettar er fjórða árið at regattasigling fer av Eiði so var tað fyrstu ferð at nakar av okkum var við. Og tað var ikki sørt at vit vóru eitt sindur spent uppá túrin. Har vóru nógv sløg av bátum, kappróðrabátar, stuttleikabátar, útróðrabátar væl riggaðir til ein hugnaligan túr. Ein kajak var eisini at síggja ímillum bátarnar. Sjálv vóru vit við einum 27 fót føroyskt bygdum maskinbáti. Stuttligt var tað at síggja bátarnar sum spjaddust um allan fjørðin tá ið vit komu útum brimgarðin á Eiði.
Í mun til hini árini var veðrið ikki av tí besta tá vit fóru av Eiði, men tað sá ikki út til at forða nøkrum. Fleiri av kappróðrabátarnir sum dúgliga plaga at rógva tann størsta partin av ferðini, blivu hesuferð sleipaðir, orsaka av veðrinum.
Eisini var tað hugaligt at síggja hvussu nógv fólk gera burtur einum sovorðnum túri. Nakrir bátar komu longu hóskvøldið norður til Eiðis. Og fríggjadagur bleiv brúktur at vaska og gera tað síðsta klárt. Men teir flestu komu ikki norð fyrr seint fríggjadagin.


Hósvíkingar tóku væl ímóti
Sum vanligt hini árini, var eisini steðgað í Hósvík á leiðini til Nólsoyar. Og sjálvt um veðrið ikki var av tí besta, mundu tey flestu hava ein góðan túr suðureftir. Tað bleiv siglt við lágari ferð, suður til streymin. Komin suður um brúnna, bleiv tað mjørki og vátari í veðrinum, so bátarnir settu ferð á.
Á havnalagnun í Hósvík stóðu fólk á kajini og »dirigeraðu« bátarnar uppá pláss. Um ellivu tíðina komu teir síðstu bátarnir undan í mjørkanum. Vit komu at liggja við síðunarav einum skálvíksingi. Hann var farin av húsum kl. 10 sama morgunin. Vit vóru samdir um at hettar var eitt óført tiltak sum ikki mátti detta niðurfyri.
Í Hósvík var veðrið gott. Og tað var gott lag á fólkið. Nógv gingu ímillum bátarnar, og tað mundi verða nógv reyp í Hósvík fríggjakvøldið. Tað bleiv bjóða bæði av vátum og turrum umborð á teimum flestu bátunum. Og onkur sum hevði ov nógv innanborða endaði uttanborða. Men tíanbetur vóru fólk hjá so alt spældi væl av.
Møguleiki var eisini at fáa ein bita í bygdarhúsinum, og sjálvt um vit høvdu smyrjibreyð suður við, so kom ein heitur rættur væl við. Hósvíkingar høvdu skipað væl fyri, og syrgt fyri at einki manglaði. Um ein ikki hevði møguleika at gista umborð, var tjaldpláss tøkt. Ella fáa innivist í róðraneystium. Men tað mundi ikki blivið nógv sovið hjá teimum flestu, dansur var í bygdahúsinum og aftaná dansin var framvegis nógv fólk úti. Veðrið og lagið var av tí besta leygarmorgunin so tað var ringt at fara at sova.

Vónandi verður regatta næsta ár
Tað bleiv ikki tann nógvi svøvnurin, men tað bilti einki. Vit høvdu mestum gjørt av frammanundan at vit ikki fóru líka til Nólsoyar. Tá ið bátarnir fóru til Nólsoyar leygardagin, fylgdu vit teimum eitt sindur ávegis áðrenn vit vendu nøsina norður aftur til Eiðis. Men sjálvt um vit ikki vóru við allan vegin so vóru vit øll samd um at hettar hevði verið ein fínur túrur sum vit endiliga mugu gera aftur næsta ár. Kanska vit fara allan vegin til Nólsoyar, hvør veit.
Í skemti høvdu vit sagt okkara millum at regattasiglingin var betri enn ólavsøkan. Hettar hugsaði vit ikki stórvegis um tá ið vit søgdu tað. Teir næstu dagarnar hoyrdu vit fleiri fólk siga tað sama, so kanska var tað okkurt um tað. Í øllum førum kann man siga at her talan um eina succes. Tað koma fleiri bátar og fólk við á hvørjum ári, og úr øllum pørtum av landinum. Hósvíkar róðrafelag skal eiga rós fyri einum góðum og væl fyriskipaðum tiltakið.