Hvussu bera vit okkum at, tá vit varnast, at eitt barn í okkara umhvørvi er fyri vansorgan? Og hvussu vita vit yvirhøvur, um ella nær vandi er á ferð? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vóru á skránni, tá fyrsti fundurin hjá ?Børn í vanda? verkætlanini í Norðoyggjum varð hildin á Hotel Norð á Viðareiði í farnu viku. Tað er Blái Krossur Føroya, sum er stigtakari, og sum saman við Klaksvíkar Býráð komandi trý árini fer at royndarkoyra verkætlanina í Klaksvíkar Kommunu.
Hvat skal setast í staðin?
Hóast rúsevnanýtsla og misnýtsla verða mett sum ein tann størsta hóttanin móti trivnaðinum hjá børnum, fevnir verkætlanini ?Børn í Vanda? um øll viðurskifti, sum kunnu elva til, at børnini gerast ótrygg ella verða fyri vansorgan. Men hóast tað ikki er eintýðugt, hvørji hesi børnini eru, ber tað til at vísa á nøkur eyðkenni, vit eiga at geva ans, segði Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, í fyrilestrinum ? Eru børn í vanda?? Oddbjørg vísti á, at hóast tað ikki finnast føroysk hagtøl á hesum økinum, vita fakfólk av royndum, at trupulleikarnir her eru teir somu, sum aðrastaðni
- Òtryggleiki og mistrivnaður hjá børnum kann vísa seg, bæði við at tey hava ilt við at tilpassa seg, ella at tey tilpassa seg ov væl. Talan kann eisini vera um onnur eyðkenni, men felags fyri hesi børnini er, at tey ikki mennast eins og onnur børn. Við hollari vitan um, hvat ein skal hyggja eftir, og hvussu tú handlar út frá tí, ber tað sjálvsagt til at fyribyrgja ávísar vandar. Hinvegin er tað minst líka týdningarmikið, at vit gera okkum greitt, hvat tað er, vit ynskja at seta í staðin fyri tað, vit royna at fyribyrgja, segði Oddbjørg.
Í tráð við hetta kemur verkætlanin ?Børn í vanda? í stóran mun at snúgva seg um samskifti millum foreldur, leiðarar og fakfólk, sum hevur til endamál at skapa størri tilvitan um, hvussu vit eru mótvegis børnunum og hvørji viðri, vit ynskja at geva teimum.
Alt hevur eina orsøk
Alt hevur eina orsøk, eisini tá eitt menniskja bukkar undir fyri eitt nú rúsevnamisnýtslu ella kemur sær út í kriminalitet. Í tí fyribyrgjandi arbeiðinum er tað tí upplagt at spyrja seg sjálvan, hvat tað var, sum gjørdi, at júst hetta menniskja ikki megnaði at standa ímóti fyri á tann hátt at slóða vegin fyri tí góða uppvøkstrinum, segði Tórhild Bjarkhamar, verkætlanarleiðari, millum annað í kunnandi fyrilestri um fyribyrgingarátakið.
Tórhild vísti á, at talan ikki nýtist at vera um misnýtslu, áðrenn rúsdrekka í heiminum ger sína skaðiligu ávirkan á børnini. Órógvar rúsevnanýtslan hjá onkrum í familjuni heimið ella tyngir kensluligu bondini millum menniskju, er talan um ein rúsevnatrupulleika, sum krevur, at onkur traðkar til. Og tað er ikki nokk, at eitt nú foreldur ávara síni børn móti vandanum við rúsevnum, um tey ikki sjálvi megna at vera góðar fyrimyndir. Børn læra nógv heldur av tí, tey síggja, enn tí tey hoyra ella verða ávaraði ímóti. Og serliga er tað atburðurin hjá teimum, børnini hava tættast tilknýti til, sum ávirkar, segði Tórhild.
Til dømis er tað útbreidd misskiljing, at tú kanst læra tíni børn at drekka. Allar kanningar vísa, at tað fær bara tey ungu at drekka meir, meðan vandin fyri misnýtslu økist. Samstundis vísa kanningar, at 80 % av øllum kriminaliteti millum ung er tengdur at rúsdrekka. Tí hava vit allar orsøkir til at vera á varhaldi, tá ein kanning í 7.- 10. flokkunum í Klaksvík vísir, at út við 20 % av næmingunum nýta rúsdrekka hvørt vikuskifti.
- Tølini eru tankavekjandi og áttu at fingið okkum at hugsa, um vit ikki áttu havt okkurt annað at bjóða teimum ungu hvørt vikuskifti enn stórar konsertir og dansitiltøk, har rúsdrekka tykist at vera ein týðandi partur av samveruni, segði Tórhild.
Kjak og íblástur
Harvið varð lagt upp til kjak millum luttakarnar um, hvussu verkætlanin kann fremjast í verki og á hvønn hátt vit kunnu vænta, at ein slík verkætlan kann gagna samfelaganum sum heild. Luttakarnir viðgjørdu spurningin í smærri bólkum, har øll fingu høvi at siga sína hugsan og koma við uppskotum. Fundurin endaði við, at hvør bólkur hevði eina framløgu av sínum tankum og niðustøðum, sum síðani kundi verða íblástur til framhaldandi arbeiðið við átakinum.
Fyrsti fundurin í ?Børn í vanda? átakinum í Norðoyggjum var fyri leiðarar og onnur, ið hava høvuðsábyrgd av børnum og ungum í Klaksvíkar Kommunu. Í næstum er so ætlanin at hava fundir fyri teir ymsu fakbólkarnar hvør sær umframt fyri foreldrum og øðrum avvarðandi.