Á middegi mikudagin fer Norðurlandaráðið at lata sína árligu bókmentavirðisløn fyri 43. ferð. Umframt heiðurin fær vinnarin 350.000 kr og ein serstakan møguleika at røkka út um landoddarnar sum rithøvundur. Í ár eru 11 høvundar tilnevndir, og í londunum rundanum okkum verður í løtuni dúgliga gitt og mett um, hvørji hava best møguleika at vinna høgtmetta prísin. Her heima tykjast ummælarar rættiliga ójavnir á máli um møguleikarnar hjá føroyska kandidatinum Tóroddi Poulsen at vinna við yrkingasavninum ?Eygnamørk?
Krutl ella nýskapan
Ummælararnir Carl Johan Jensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru samdir um, at ?Eygnamørk? avgjørt er eitt gott og virðiligt boð í norðurlendska hópinum, sum í ár kappast um virðislønina. Í einum ummæli beint fyri jól gav Arnbjørn ?Eygnamørk? ikki minni enn seks av seks stjørnum, samstundis sum hann segði, at tað skuldi ikki undrað hann, um savnið skaffaði Tóroddi norðurlendsku bókavirðislønina.
Meðan Carl Johan als ikki ivast í dygdunum hjá ?Eygnamørk? og heldur bókina vera eitt avbera gott yrkingarsavn, væntar hann sjálvur, at tað heldur verður onkur av skaldsøgunum, sum ferð avstað við virðislønini í ár.
Ummælarin Kim Simonsen dylir hinvegin ikki yvir, at tað er honum ein sonn gáta, hví Tóroddur Poulsen so ofta hevur verið tilnevndur til hesa virðislønina. Sjálvur gitar Kim, at hetta má vera tekin um, at ov lítið er at velja ímillum, tí hann heldur ikki, at tey, sum tilnevna, í álvara kunnu meina, at Tóroddur nakrantíð ferð at vinna.
Tóroddur Poulsen er ein av fáu veruligu føroysku postmodernistunum, og ?Eygnamørk? er eitt gott dømi um, hvussu yrkjarin roynir at skapa myndir, óheftar av veruleikanum og siðvenju. Men meðan Arnbjørn Ó. Dalsgarð er sera hugtikin av royndunum hjá Tóroddi at loysa orðini úr sínum vanliga týdningi og geva teimum nýtt lív og nýggjar týdningar, heldur Kim Simonsen yrkingarnar vera mest at líkna við smákrutl. At tær spæla sær við at venda onkrum við ella siga okkurt á ein løgnan hátt er langt frá nóg mikið, heldur Kim, og leggur afturat, at okkurt bendir á, at yrkjarin er ein ?keisari?, sum gongur hálvnakin.
?Virðislønarbøkur?
Endamálið við virðislønini hjá Norðurlandaráðnum, sum varð latin fyrstu ferð í 1962, er at kunna um og skapa áhuga fyri norðurlendskum bókmentum ? ikki minst í høðru kappingini við enskar bókmentir. Hóast Carl Johan Jensen ikki dylur yvir, at onkrar føroyskar tilnevningar gjøgnum árini høvdu verið betri ógjørdar, heldur hann virðislønina vera eitt frálíkt høvi hjá føroyskum rithøvundum at gera vart við seg uttanlanda. Trupulleikin er, at vit her heima ikki hava eitt nóg gott forum at lofta teimum føroysku tilnevningunum og hava ikki dugað nóg væl at fingið sum frægast burturúr.
Vinnarin fær sjálvandi altíð nógv uppmerksemi, og tað fekk Rói Paturson eisini, tá hann vann við yrkingasavninum ?Líkasum? í 1986. Men summi ár hevur eisini nógv verðið gjørt burturúr tilnevningunum, áðrenn virðislønin varð latin, eitt nú við at høvundarnir eru farnir á upplestrarferð runt um í Norðurlondum. Slíkt skapar áhuga millum fólk og er altíð gott tilfar hjá fjølmiðlunum, vísir Carl Johan á.
Sum sagt, væntar Carl Johan, at tað verður ein skaldsøga sum fer at vinna hesuferð. Tað er ongin loyna, at vinnarin ofta hóskar inn í tíðarinnar rák onkusvegna, og beint nú tykist tað sum, at skaldsøgurnar skapa mest áhuga millum lesarar. Bókin, sum vann síðsta ár, var sera vælumtókt langt áðrenn, hon varð tilnevnd, og Stormur hjá Einar Kárason var eisini metseljari í Íslandi, áðrenn hon varð tilnevnd í ár. Tað er heldur onki óvanligt í, at ummælarar beinleiðis meta um ávísar bøkur sum meir ?virðislønarbøkur? enn aðrar. Hetta skoðsmál hevur íslendska Stormur eisini fingið frá onkrum, og beint nú bendir nógv á, hendan bókin er ein av favorittunum til virðislønina í ár.
Hinvegin, onki er avgjørt frammanundan, og tí er eisini vert at minnast til, at vinnarin meir enn einaferð er komin rættiliga óvart á tey flestu.
Tilnevnd verk í 2005:
Danmark
Simon Grotrian, Korstogets lille tabel, yrkingasavn, 2004
Kirsten Hammann, Fra smørhullet, skaldsøga, 2004
Finland
Monika Fagerholm, Den amerikanska flickan, skaldsøga, 2004
Rakel Liehu, Helene, skaldsøga, 2003
Ísland
Einar Kárason, Stormur, skaldsøga, 2003
Sjón, Skugga-Baldur, skaldsøga, 2003
Noreg
Karl Ove Knausgård, En tid for alt, skaldsøga, 2004
Stein Mehren, Imperiet lukker sig, yrkingasavn, 2004
Svøríki
Maigull Axelsson, Den jag aldrig var, skaldsøga, 2004
Anna Hallberg, På era platser, yrkingasavn, 2004
Føroyar
Tóroddur Poulsen, Eygnamørk, yrkingasavn, 2004
Vinnarar seinastu 10 árini:
2004 Kari Hotakainen, Finland
2003 Eva Strøm, Svøríki
2002 Lars Saabye, Noreg
2001 Jan Kjærstad, Noreg
2000 Henrik Nordbrandt, Danmark
1999 Pia Tafdrup, Danmark
1998 Tua Forsstrøm, Finland
1997 Dorrit Willumsen, Danmark
1996 Øystein Lønn, Norge
1995 Einar Már Guðmundsson, Ísland