Í morgun vóru boð eftir sløkkiliðnum í Havn, tá fólk á Ternuryggi í Havn varnaðust, at roykur kom úr eini garasju. Hetta var klokkan 6.40, greiðir vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá. Sløkkiliðið fekk [...] alt fyri eitt, áðrenn størri skaði gjørdist. Nú verður kannað nærri, hví eldur kom í. Við tunnilsmunnan í Kollfjarðadali hendi í gjár eitt ferðsluóhapp beint fyri klokkan 9. Tað vóru tveir bilar sum stoyttu [...] sigur vaktleiðarin. Ferðslupolitiið tók tveir bilarførar í Havn í gjár, sum koyrdu við píkadekkum. Tað fáa teir eina bót fyri. Um hálgvum sekstíðina í gjar var ein bilføri tikin á Oyggjarvegnum. Hann var ávirkaður
Eldur var í einum bili í Klaksvík fyri løtu síðan. Men hann varð skjótt sløktur við einum eldsløkkjara, og tí var ikki neyðugt hjá sløkkilinum at koma við allari manningini. Bilurin stóð á parkeringsøkinum
fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum elsteyra á Fitjunum í Nesi í Hvalba. Tað er orsøkin til, at tey Hvalba, Nes í Hvalba, Sandvík, og ein partur av Tvøroyri, misti streymin í áðni, tí tað er høvuðslinjan [...] hendur. Sev væntar, at streymurin er afturkomin fór at vera burtur í einar tveir tímar, og eftir tí skuldi hann komið aftur eftir klokkan 20 í kvøld.
Fleiri av búfólkunum doyðu, og fleiri fingu skaða, tá eldur kom í eitt ellis- og røktarheim í avstralska býnum Sidney í gjárkvøldið. Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong eru deyð. Avstralska ríkisútvarpið
Luis Picaso, sum gisti á einum hotelli í Kalifornia leygarkvøldið, varð illa brendur, tá eldur kom í fartelefonina, sum hann hevði í lummanum. Eldurin festi í klæðini beinanvegin og breiddi seg um alt [...] fór í gongd. Tá sløkkiliðsmenninir komu á staðið, lá Luis Picaso hjálparleysur á gólvinum. Hotellstjórin sigur, at eldurin gjørdi skaða fyri 75.000 dollarar. Í Svøríki kom eldur í eina fartelefon í november [...] november í fjør, men hon lá á einum borði, so fólkaskaði var eingin.
Tað eydnaðist at bjarga bæði ferðafólki og manning, tá eldur kom í eina litavska ferju í Femern-sundinum í gjárkvøldið. Tey 204 ferðafólkini og manningin, sum taldi 32, vórðu fingin umborð á eina aðra [...] sløkkiliðsmenn umborð. Í morgun rekur tað logandi skipið sunnan fyri Langeland. Sjóverjan sigur, at ferjan, sum eitur Lisco Gloria, hevur fingið slagsíðu, og at sjógvur er komin í skipið. Kortini er ikki
Í minsta lagi 32 fólk eru deyð í eldi umborð á eini ferju í syðra parti av Bangladesh. Tað upplýsir løgreglan. – Eldur kom í ta trý dekk høgu ferjuna »Obhijan 10«, tá hon var miðskeiðis í ánni. Vit hava [...] løgregluni á staðnum. Eldur kom í tíðliga um morgunin nærindis býnum Jhakakath, 250 kilometrar úr høvuðsstaðnum Dhaka. Vanlukkan er tann síðsta av fleiri í asiatiska landinum, sum liggur í ósoyarnum av fleiri
Í nátt kom eldur í eitt leiguflogfar á lendingarbreytini í turkiska ferðavinnubýnum Antalya. Flogfarið, sum turkiska felagið Corendon Airlines eigur, skuldi júst á flog til Noregs við ferðafólki, tá eldur [...] eldur brádliga kom í tað. Nógv fólk noyddust at fara út á veingirnar og at leypa niður á breytina, og sambært fjølmiðlunum fingu fleiri fólk skaða av lopinum. Tað tók einar fimm minuttir at fáa øll út. [...] við einum niðurlendskum flogfari. Tey, sum ikki tóku av, fara heim við einum norskum flogfari seinni í dag, sigur NRK.
setti seg, og tað gjørdi, at eldur kom í. Tað eydnaðist rættiliga skjótt sløkkiliðnum at basa eldinum, men flogvøllurin í Sofia var kortini stongdur fleiri tímar. 156 fólk vóru í flogfrarinum, sum var av slagnum [...] Seinnapartin kom eldur í eitt ferðamannaflogfar, júst sum tað setti seg á flogvøllin í bulgarska høvuðsstaðnum Sofia. Bulgarska tíðindastovan BTA skrivar, at eitt av hjólunum brast, tá flogfarið setti [...] slagnum Airbus 320, og sum kom úr Venedig í Italia. Eingin fekk skaða av tilburðinum. Lágprísfelagið Wizz Air eigur flogfarið.
Um middagsleitið kom eldur í maskinrúmið umborð á ferðamannaskipinum «MS Deutschland», sum liggur við bryggju í Eidfjord í Noregi. Sambært myndugleikunum eydnaðist tað manningini at skalka tann partin [...] av maskinrúminum, sum eldur kom í. Samstundis fór manningin undir at sløkkja eldin við súrevni. Sløkkiliðsmenn á landi vórðu boðsendir, og boð vórðu eisini send eftir einum liði í Stavanger, sum hevur fingið [...] fingið serútbúgving í at sløkkja eld á sjónum. Norsku myndugleikarnir siga, at 607 fólk vóru umborð á ?MS Deutchland?, tá eldurin kyknaði, og øll vórðu fingin av skipinum í øllum góðum. Talan var um 364