Tann 59 ára gamli amerikanarin Luis Picaso, sum gisti á einum hotelli í Kalifornia leygarkvøldið, varð illa brendur, tá eldur kom í fartelefonina, sum hann hevði í lummanum. Eldurin festi í klæðini beinanvegin og breiddi seg um alt kamarið, so spuliskipanin á hotellinum fór í gongd. Tá sløkkiliðsmenninir komu á staðið, lá Luis Picaso hjálparleysur á gólvinum. Hotellstjórin sigur, at eldurin gjørdi skaða fyri 75.000 dollarar. Í Svøríki kom eldur í eina fartelefon í november í fjør, men hon lá á einum borði, so fólkaskaði var eingin.