Í minsta lagi 32 fólk eru deyð í eldi umborð á eini ferju í syðra parti av Bangladesh.
Tað upplýsir løgreglan.
– Eldur kom í ta trý dekk høgu ferjuna »Obhijan 10«, tá hon var miðskeiðis í ánni. Vit hava funnið 32 lík. Talið av deyðum kann hækka. Tey flestu doyðu av eldinum, men nøkur eru druknað, eftir at tey vórðu lopin á bláman, sigur Moinul Islam, sum er leiðari hjá løgregluni á staðnum.
Eldur kom í tíðliga um morgunin nærindis býnum Jhakakath, 250 kilometrar úr høvuðsstaðnum Dhaka.
Vanlukkan er tann síðsta av fleiri í asiatiska landinum, sum liggur í ósoyarnum av fleiri stórum áum.
/ritzau/AFP