Tað eydnaðist at bjarga bæði ferðafólki og manning, tá eldur kom í eina litavska ferju í Femern-sundinum í gjárkvøldið. Tey 204 ferðafólkini og manningin, sum taldi 32, vórðu fingin umborð á eina aðra ferju, sum fór til Kiel við teimum.
Danska sjóverjan sigur, at tað logar framvegis umborð á ferjuni, og at eldurin er so ógvusligur, at tað er vónleyst at seta sløkkiliðsmenn umborð.
Í morgun rekur tað logandi skipið sunnan fyri Langeland.
Sjóverjan sigur, at ferjan, sum eitur Lisco Gloria, hevur fingið slagsíðu, og at sjógvur er komin í skipið. Kortini er ikki vandi fyri, at ferjan fer at søkka fyribils.
Eldurin umborð á litavsku ferjuni kyknaði av einari spreinging um midnáttarleitið.










