Fleiri av búfólkunum doyðu, og fleiri fingu skaða, tá eldur kom í eitt ellis- og røktarheim í avstralska býnum Sidney í gjárkvøldið.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong eru deyð. Avstralska ríkisútvarpið segði, at níggju búfólk høvdu latið lív, og Sky News segði frá einum talsmanni hjá løgregluni, at talið á deyðum var niðan fyri tíggju.
Umleið 90 sløkkiliðsmenn vórðu boðsendir, men teir kundu ikki forða fyri, at vanlukkan kravdi fleiri mannalív.









