Eldur í ferðamannaskipi

Um middagsleitið kom eldur í maskinrúmið umborð á ferðamannaskipinum «MS Deutschland», sum liggur við bryggju í Eidfjord í Noregi. Sambært myndugleikunum eydnaðist tað manningini at skalka tann partin av maskinrúminum, sum eldur kom í. Samstundis fór manningin undir at sløkkja eldin við súrevni.

Sløkkiliðsmenn á landi vórðu boðsendir, og boð vórðu eisini send eftir einum liði í Stavanger, sum hevur fingið serútbúgving í at sløkkja eld á sjónum.

Norsku myndugleikarnir siga, at 607 fólk vóru umborð á ?MS Deutchland?, tá eldurin kyknaði, og øll vórðu fingin av skipinum í øllum góðum. Talan var um 364 ferðafólk, manninglina, sum taldi 241, og tveir norskir loðsar.