Seinnapartin kom eldur í eitt ferðamannaflogfar, júst sum tað setti seg á flogvøllin í bulgarska høvuðsstaðnum Sofia. Bulgarska tíðindastovan BTA skrivar, at eitt av hjólunum brast, tá flogfarið setti seg, og tað gjørdi, at eldur kom í.
Tað eydnaðist rættiliga skjótt sløkkiliðnum at basa eldinum, men flogvøllurin í Sofia var kortini stongdur fleiri tímar.
156 fólk vóru í flogfrarinum, sum var av slagnum Airbus 320, og sum kom úr Venedig í Italia. Eingin fekk skaða av tilburðinum.
Lágprísfelagið Wizz Air eigur flogfarið.