Eldur í einum elsteyra í Nesi í Hvalba

Løgregla og sløkkilið eru farin á staðið

Fyri einum hálvum tíma síðani fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum elsteyra á Fitjunum í Nesi í Hvalba.

Tað er orsøkin til, at tey Hvalba, Nes í Hvalba, Sandvík, og ein partur av Tvøroyri, misti streymin í áðni, tí tað er høvuðslinjan sum er farin.

Les eisini: Suðuroyingr mist streymin

Løgreglan sigur, at tey hava sent sløkkiliðið og løregluna á staðið, og eitt nú verður økið avbyrgd, fyri at tryggja, at størri skaðið ikki hendur.

Sev væntar, at streymurin er afturkomin fór at vera burtur í einar tveir tímar, og eftir tí skuldi hann komið aftur eftir klokkan 20 í kvøld.