føroyskum og nørrunum er stórur. Hesi mongu seinni árini hevur Hanus undirvíst í føroyskum. Hann hevur hildið á, og næmingarnir hava verið nógvir, ið millum ár og dag hava sitið lið við lið og lýtt á Hanus [...] verður í september 67 ár, og hetta merkir m.a., at Hanus gevst í starvinum sum tænastumaður og lærari. Byrjanin Hanus Antoniussen Samuelsen ? Hanus í Skumpitoft ? varð føddur 10. september 1936 í Húsavík [...] hvarv, og skúlin gjørdist studentaskúli burturav, og seinni eisini HF-skeið, so gjørdist Hanus lærari í føroyskum burturav. Hetta dámdi honum væl, tí honum hevur altíð dámað væl at lisið, og áhugin fyri
tvørámenn og onkur afturat, sum hevur havt nógv við Tvøroyri at gera, eru við í einum og sama fótbóltsdysti í Danmark. Men soleiðis var tað mikukvøldið, tá Óli Johannesen og AGF vóru í Keypmannahavn og stríddust [...] einum stórum felagi, og eg haldi, at sigurin var uppiborin. Vit fingu tvey mál í 1. hálvleiki, og tá AGF í 2. hálvleiki royndi at leggja trýst á, vóru spælararnir hjá mær kaldir og vistu alla tíðina, hvat [...] minutti til 4?0 og í 90. minutti til 5?0. Í fyrra hálvleiki skoraði Thomas Thorninger, sum aftur var á miðvøllinum, til 2?0 í 37. minutti, og Michael Mio Nielsen, sum hóast hann hevur spælt nógv og leingi í FCK
stórur partur av fiskiflota okkara er gamal og mest sum niðurslitin, og tí treingir til endurnýggjan. Tí hava teir vent eygunum henda vegin enn einaferð, og tí hevur Eksportfinans sent umboð hendavegin [...] fígging, og tí verður í løtuni arbeitt við at leingja freistina fyri afturgjalding. Fund við virkir og fíggingarstovnar Í Eksportfinans eru tey greið yvir, at tað ikki bara ber til at koma til Føroya og bjóða [...] Eksportfinans og stovnurin veitir bert fígging við veðhaldið. Tað merkir í stuttum, at vandin hjá Eksportfinans er rættiliga avmarkaður, tí tað verður tann, sum veðheldur, sum missir peningin, og tað kann verða
er væl við í kappingini um bronsuna og ytsta sessin út í Europa næsta summar. Sum er, er NSÍ bara eitt stig aftan fyri EB/Streym og B36, so har kann nógv henda – og næsti dystur hjá NSÍ á nýggja graslíkinum [...] møguleika, men NSÍ so í staðin legði seg á odda 1-0. Andy Olsen legði bóltin innfyri úr vinstru síðu, og Klæmint A. Olsen var klárur inni fyri málinum og setti pannuna á. Bara átta minuttir inn í seinna [...] málverjan og í tóma málið til 4-1 til NSÍ. Í so bílig mál – Eg haldi, at NSÍ kom ov lætt til tað, tí tvey og kanska trý av málunum vóru bílig, men vit gera í so nógvar persónligar feilir, og tað er tað
fáa mál, og tey komu av øll plássum, bæði av bakkunum, vonginum ella av strikuni, og heimaliðið tóktist eitt sindur ørkymlað. Kyndil hevði støðugt eina leiðslu upp á eini trý ella fýra mál, og VÍF tóktist [...] lítla løtu seinni, og tað tóktist verða mønustingurin hjá vestmenningum. Eftir útvísingina kom fullkomiliga stígur í hjá VÍF, og ístaðin vóru tað teir úr Kyndli, sum bara øktu um leiðsluna og at enda vunnu [...] Tað var sum í gomlum døgum, tá ið VÍF og Kyndil brustu saman í FM-finalu í høllini í Vestmanna sunnudagin. Høllin var full av spentum áskoðarum, og tá ið talan er um júst hesi bæði lið, er altíð ein heilt
ovfisking og fiskaloysi. Borgarstjórin vísir á, at fólkið í t.d. Aberdeen etur serstakliga tosk og hýsu. Roynt hevur verið at fáa fólk at eta onnur fiskasløg eisini, men kortini eru toskurin og hýsan tey [...] okkum eina hjálpandi hond og entá bjarga okkum, og at teir so afturfyri fáa góðan vinning. Brúk er fyri samstarvi eisini á hesum øki, soleiðis at fiskimenn, framleiðandi ídnaðurin og brúkararnir kunnu verða [...] olju enn, men hetta tekur sína tið og krevur sítt tol. Tað kenna vit alt til í Skotlandi, og her hugsi eg um tey fyrstu árini. Vit hava gjørt okkara mistøk í hesi vinnu, og tað eru m.a. tey, sum vit ynskja
Tórshavn og Klaksvík liggja báðir framvið, nú senditíð er til sølu í almenna sjónvarpinum. Við at gjalda ávíkavist 50.000 krónur og 60.000 krónur úr sínum kommunukassum fáa Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim [...] fyritøkum og stovnum. Tilsamans gevur tað umleið 48 milliónir krónur í lógarryggjaðum kringvarpsskatti. Afturfyri lovar stovnurin sakliga og óhefta upplýsing, sum tað stendur orðað í grein-10 í somu lóg [...] um at kanna, og eg fái eina frágreiðing um hetta, svarar Bjørn Kalsø stutt. Ítøkiliga dømið merkir, at tað eru pengarnir sum gera av, um almenna Kringvarpið sendir frá nýggjárshaldi í Havn og Klaksvík, heldur
Føroyar eru til hjá ST-stovnum, og er tað eitt krav, at vit skulu luttaka? 2. Hvussu eru “serfrøðinga”nevndirnar samansettar, sum koma við hesum sera álvarsomu tilmælunum og áheitanum á Føroyar? 3. Hvørjir [...] verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í meginlandinum, Danmark”, og úr hvørjum londum eru teir? 4. Kann landsstýrismaðurin taka eina frágreiðing [...] sjálvar finna uppá, ella koma hesar áheitanirnar upprunaliga úr Føroyum? 10. Heldur landsstýrismaðurin ikki, at ein mentað og framkomin tjóð sum Føroyar sjálv eigur at taka sær av slíkum spurningum uttan
enn geva henni rætt í hesum: Hesin søguligi og gamli bygningurin miðskeiðis í Fuglafirði er sera hugnaligur, og fer uttan iva at gera karmur um nógv spennandi og mennandi tiltøk í framtíðini. Umstøðurnar [...] góðar. Altíð vælkomin Handilin er fyrst og fremst handilin hjá teimum mongu limunum í felagnum, og sum fáast við heimavirki. Í felagnum eru omanfyri 100 limir, og nógvir teirra eru sera ídnir at framleiða [...] fara 10 % til raksturin av handlinum. Teir flestu limirnir eru sum vera man úr Fuglafirði og bygdunum í økinum, men eisini fólk í Danmark standa á limalistanum hjá felagnum. Alt verður rikið ólønt og við
flutnings og samskiftisstovnar Ráðgevandi nevndin hevur serliga kannað flutning og samskifti hesaferð, eins og viðurskiftini millum al mennar og hálv almennar stovnar, t.d. SEV og Strandferðsluna og Telefonverkið [...] við limum í Ráðgevandi nevndini, hava verið í Føroyum og kannað samfelagsligu og búskaparligu viðurskiftini. Frágreiðingin kemur í november mánað, og enn ber ikki til at siga, hvussu úrslitið verður. Eisini [...] verða gjørdar, og at bæði tað almenna og tað privata hava brúk fyri íløgum. Útlit eru til at privata vinnan varisliga er farin at gera íløgur. Hóast fiskiflotin er gamal, so virkar hann og fær rávøruna