Tað er ikki á hvørjum degi, at fleiri tvørámenn og onkur afturat, sum hevur havt nógv við Tvøroyri at gera, eru við í einum og sama fótbóltsdysti í Danmark.
Men soleiðis var tað mikukvøldið, tá Óli Johannesen og AGF vóru í Keypmannahavn og stríddust í fjórða umfarinum í steypakappingini móti Glostrup IF32, sum í summar flutti niður í triðji bestu deildina, har teir eru nú eru mitt í røðini.
Frank Skytte, sum bæði í 1982 og í 1995 var ein avhildin venjari hjá TB, har Óli Johannesen í 1995 var ein av spælarunum, er venjari hjá Glostrup IF32, og Jón Johannesen, eldri beiggin hjá Óla Johannesen, er ein av spælarunum.
Tíverri bar tað ikki til at fáa fyrstu føroysku brøðrauppgerðina í donskum fótbólti mikukvøldið, tí Jón Johannesen var skaddur.
? Jón er í 1. liðs hópinum, hann er elsti maður á einum ungum liði, og undan summarfrítíðini var hann ein góður stuðul. Tíverri hevur hann verið skaddur í hælsinuni henda síðsta mánaðin, og tað harmar meg almikið. Ikki minst hevði tað verið stuttligt, at hann hevði verið við móti Óla og AGF, men nú hugdi hann at, og eg havi skilt, at foreldrini hjá teimum eisini vóru millum teir seks hundrað áskoðararnar.
Hetta sigur Frank Skytte, sum sjálvsagt er ovurfegin um, at tað eydnaðist hansara liði at vinna 2?1 á AGF.
? Tað var synd fyri Óla, men sjálvandi er tað altíð stuttligt at vinna móti einum stórum felagi, og eg haldi, at sigurin var uppiborin. Vit fingu tvey mál í 1. hálvleiki, og tá AGF í 2. hálvleiki royndi at leggja trýst á, vóru spælararnir hjá mær kaldir og vistu alla tíðina, hvat teir gjørdu.
Frank Skytte, sum av og á fær fyrispurningar úr Føroyum um at gerast venjari, fylgir væl við í føroyskum fótbólti, og tað harmar hann, at tað ikki gongst so væl hjá TB.
? Teir hava sama trupulleikan, sum vit hava í Glostrup IF32. Spælararnir eru í so ungir, men uggin er, at royndirnar gera, at tað verður betri, um tað fer at bera til at halda uppá spælararnar, og tað er altíð tann stóri spurningurin.
Frank Skytte hevur sáttmála við Glostrup IF32 eitt ár afturat, og hann útilokar als ikki møguleikan, at hann aftur verður at síggja sum venjari í Føroyum.
Todi við í ein
hálvan tíma
Fyri FCK var tað heilt sjáldsamt og kom sjálvandi væl við, at teir í steypakappingini mikukvøldið vunnu 5?0 á útivølli móti Kolding, sum spælir í tí, teir rópa kvalliguni, sum er deildin undir 2. deild.
Í sjeyti árunum var Kolding eitt skifti í bestu deildini, men nú eru mong ár síðani sætti størsti býurin í Danmark var við millum teir bestu. At áhugin fyri fótbólti kortini ikki er sørur sást aftur í, at 4.100 áskoðarar møttu at síggja FCK.
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Hann kom á vøllin, tá tað restaðu 28 minuttir. Tá fór David Nielsen, sum fýra minuttir frammanundan hevði økt til 3?0, av vøllinum. Todi Jónsson skoraði ikki, og hóast hann fær hampuligt skoðsmál fyri tann lítla hálva tíman, hann var á vøllinum, so verður tað ivaleyst torført hjá honum at sleppa á liðið móti Brøndby mánakvøldið, tí Clement Clifford, sum Todi spældi saman við ta løtuna, hann var á vøllinum, skoraði í 77. minutti til 4?0 og í 90. minutti til 5?0.
Í fyrra hálvleiki skoraði Thomas Thorninger, sum aftur var á miðvøllinum, til 2?0 í 37. minutti, og Michael Mio Nielsen, sum hóast hann hevur spælt nógv og leingi í FCK, bara hevur skorað okkurt hissini málið, setti hol á málskjótingina, tá hálvur tími var farin, og munur var farin at síggjast á orkuni hjá teimum í bestu deildini og teimum í fjórði bestu deildini.
Jákup helt frí
Herfølge var ikki við í fmta umfarinum í steypakappingini, sum varð liðugt spælt mikukvøldið. Orsøkin, til at Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir hildu frí, var, at tey seks liðini, ið síðsta kappingarár vóru ovast í í superliguni, koma ikki uppí steypakappingina fyrrenn í sætta umfari. Tað umfarið verður spælt 5. apríl komandi ár.
AGF var einasta felagið í superliguni, sum fór úr kappingini mikukvøldið, men tað var tætt við hjá onkrum øðrum eisini. Silkeborg var í Køge, grannafelagnum hjá Herfølge, sum er í næstbestu deildini. Eftir vanliga leiktíð og umdyst stóð framvegis á jøvnum 1?1, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum Silkeborg vann. OB var í Virum, sum spælir í Danmarksseriuni, og har noyddist superligu felagið at stríðast nógv, áðrenn teir kundu fara avstað aftur við einum 1?0 sigri.










