– Hetta var eitt gott mótsvar frá mínum spælarunum til tapið fyri EB/Streymi mikukvøldið, tí teir koyrdu á frá byrjan til enda og hildu fokus alla tíðina. Hetta var ein øgiliga góður dystur frá okkara síðu, og tí kom TB ongantíð ordiliga í nánd av okkum.
Tað var niðurstøðan hjá vælnøgda NSÍ-venjaranum, Heðini Askham, eftir at hansara menn á vøllinum við Stórá í Trongisvági seinnapartin í gjár høvdu tryggjað sær øll trý stigini við at vinna 4-1 á TB.
Ein onnur orsøk til, at Heðin Askham óivað var væl nøgdur, mundi vera úrslitið av dystinum í Havn, sum syrgdi fyri, at NSÍ framvegis er væl við í kappingini um bronsuna og ytsta sessin út í Europa næsta summar.
Sum er, er NSÍ bara eitt stig aftan fyri EB/Streym og B36, so har kann nógv henda – og næsti dystur hjá NSÍ á nýggja graslíkinum við Løkin er forrestin ímóti júst B36.
– Vit hanga í og flyta okkum ongan veg á stigatalvuni, men eru framvegis við, nú bara fýra dystir eru eftir. Hjá okkum er talan um truplar dystir, so vit kunnu bæði tapa alt og vinna alt, men fara heilt avgjørt eftir at vinna hesar dystirnar, sigur Heðin Askham.
Klæmint tvey
Fyrri hálvleikur, ið ikki var merktur av teimum stóru tilboðunum, livnaði av álvara síðstu løtuna fyri steðgin, tá fyrst TB hevði ein møguleika, men NSÍ so í staðin legði seg á odda 1-0. Andy Olsen legði bóltin innfyri úr vinstru síðu, og Klæmint A. Olsen var klárur inni fyri málinum og setti pannuna á.
Bara átta minuttir inn í seinna hálvleik fekk NSÍ aftur mál, tá bólturin kom siglandi inn í TB-brotsteigin og Andy Olsen flatt smekkaði hann í síðunetið til 2-0. Eitt lítið korter seinni fekk TB minkað um munin, tá Nicky Diverdics sendi eitt fríspak í pannuna á innskifta Ndende, ið fekk minkað um munin, so TB aftur fór at trúgva upp á tað.
Gleðin bleiv bara í so stokkut hjá tvøramonnum, tí tveir minuttir seinni bleiv Klæmint A. Olsen feldur, tá hann frammi móti TB-baklinjuni inni í brotsteiginum royndi seg við einari fintu. Sjálvur skoraði Klæmint við brotssparkinum til 3-1, so hann fekk tvey mál aftrat og nú hevur skorað sjey mál síðstu tríggjar dystirnar!
TB fekk hetta sum vátan vøtt, nú vertirnir annars høvdu verið so væl við í eina góða løtu, og við brotssparkinum til 3-1 var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Sigurin skuldi tó blíva enn tryggari, tí ein misskiljing í TB-verjuni tíggju minuttir fyri tíð kostaði enn eitt mál. Málverjin hjá TB, Ivan Stockovic, var komin nakað langt út úr málinum, tá Martin Tausen skallaði bóltin aftur til hansara – men mátti síggja bóltin fara upp um málverjan og í tóma málið til 4-1 til NSÍ.
Í so bílig mál
– Eg haldi, at NSÍ kom ov lætt til tað, tí tvey og kanska trý av málunum vóru bílig, men vit gera í so nógvar persónligar feilir, og tað er tað, sum hendir, tá man er í hesi støðuni. Tá vit vóru við at koma ordiliga inn í dystin og kanska áttu at havt javnað, fingu teir brotsspark og komu í staðin upp á 3-1, ásannaði TB-venjarin, Páll Guðlaugsson.
– Tíverri fyri okkum, so vóru spælararnir hjá NSÍ nógv meira avgjørdir og kaldir, tá avgerandi støðurnar vóru, og teir dugdu at revsa okkum, tí eg haldi ikki, at munurin á liðunum var so stórur sum úrslitið sigur. Vit høvdu eina góða løtu í seinna hálvleiki, men høvdu ikki neyðugu rutinuna til at fáa nakað burturúr tí, og so fór alt hin vegin.
Støðan hjá TB er tí framvegis tann sama, sum hon var undan dystinum, at liðið framvegis er tvey stig aftan fyri KÍ, sum er tað liðið, TB má fáa fatur í fyri at yvirliva í Effo-deildini. Men nú fækkast dystirnir, har hesi stigini skulu hálast inn.
– Hjá okkum er einki annað at gera, enn at koma víðari. Vit kundu kanska havt skorað eitt ella tvey mál aftrat hesaferð, men tað riggaði bara ikki, so nú mugu vit bara royna aftur næsta dyst, sigur Páll, sum tó ikki bara var ónøgdur, hóast dysturin í gjár endaði við tapi.
– Eg haldi, at har var nógv positivt at taka frá dystinum, sum so. Tað haldi eg heilt avgjørt. Men vit fara at stríðast til tað seinasta, og vit hava framvegis eina vón um, at vit fara at klára tað.










