Trilvandi landsstýrismaður

Hóast tað er staðfest, at senditíð verður seld í almenna Kringvarpinum, so aftrar landsstýrismaðurin seg við at fara inn í málið. – Eg havi biðið mína umsiting um at koma við eini frágreiðing, sigur Bjørn Kalsø, sum eisini er komin í trupulleikar av einum rundskrivi úr Fíggjarmálaráðnum

Borgarstjórar í Tórshavn og Klaksvík liggja báðir framvið, nú senditíð er til sølu í almenna sjónvarpinum. Við at gjalda ávíkavist 50.000 krónur og 60.000 krónur úr sínum kommunukassum fáa Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim profilerað sínar býir. Tað verður gjørt umvegis smápartafelagið Fjølvinna, sum hevur fingið nærum fullan ræðisrætt yvir sendiflatuni í sjónvarpinum nýggjársaftan.
Sum landsstýrismaður í mentamálum hevur Bjørn Kalsø evstu ábyrgd av Kringvarpinum. Tí spyrja vit hann, um tað er í lagi, at senditíð í almenna sjónvarpinum verður seld til hægstbjóðandi. Men landsstýrismaðurin hevur ilt við at svara spurninginum.
- Tað má so vera púra opið, hvat fer fram. Tað má vera fult gjøgnumskygni í, soleiðis at øll vita, at her er talan um keypt tilfar, svarar Bjørn Kalsø trilvandi.
Er tað public service, tá tað ber til at keypa senditíð?
- Tað havi eg biðið mína umsiting um at kanna, og eg fái eina frágreiðing um hetta, svarar Bjørn Kalsø stutt.
Ítøkiliga dømið merkir, at tað eru pengarnir sum gera av, um almenna Kringvarpið sendir frá nýggjárshaldi í Havn og Klaksvík, heldur enn úr Vági, av Sandi ella úr Runavík. Pengarnir stýra innihaldinum.
- Ja, tað kann sjálvandi vera óheppið, ásannar Bjørn Kalsø, sum tó ikki vil longur inn í málið enn at hann hevur biðið sína umsiting í Mentamálaráðnum um eina frágreiðing.

Stýrið
Dia Midjord, kringvarpsstjóri, og Kári Durhuus, stjóri í smápartafelagnum Fjølvinna, hava skrivað undir sáttmálan um nýggjárssendingina. Omanfyri kringvarpsstjóran er eitt kringvarpsstýri, sum liggur millum stovnin og Mentamálaráðið.
Sambært grein-5 í lógini um kringvarp er Kringvarpsstýrið ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Bjørn Kalsø hevur í dag ongar meining um, hvørt Kringvarpsstýrið røkir sína uppgávu.
- Sjálvandi skulu lógir og reglur haldast. Eg havi sum nevnt biðið mína umsiting um eina frágreiðing, og hon vil væl vísa, um nakað skeivt er farið fram, sigur Bjørn Kalsø.
Sama lóg um kringvarp heimilar stovninum at krevja inn 3625 krónur frá hvørjum einasta húski í landinum, umframt øllum fyritøkum og stovnum. Tilsamans gevur tað umleið 48 milliónir krónur í lógarryggjaðum kringvarpsskatti. Afturfyri lovar stovnurin sakliga og óhefta upplýsing, sum tað stendur orðað í grein-10 í somu lóg.
Men Bjørn Kalsø vil sum nevnt ikki svara, um Kringvarpsstýrið røkir sína skyldu, tá tað opinlýst ber til at keypa sær senditíð inni í eini sending í almenna sjónvarpinum. Landsstýrismaðurin vil fyrst hava frágreiðingina frá umsitingini í Mentamálaráðnum.
Bjørn Kalsø ásannar, at sum almennur public service stovnur við lógartryggjaðum rætti at krevja inn pengar frá hvørjum einasta húski í landinum, hevur Kringvarpið ábyrgd fyri at hjúkla um sítt trúvirði.
Men enn vil landsstýrismaðurin ikki meta um, hvat tað ger við trúvirðið hjá almenna Kringvarpinum, at sendiflatan í sjónvarpinum verður handlað fyri nógvar pengar.

Útbjóðing
1. oktober kom í gildi eitt rundskriv, sum áleggur øllum almennum stovnum at bjóða út keyp av vørum og tænastum, sum hava eitt virði á meira enn 50.000 krónur. Men arbeiðið at gera nýggjárssendingina er ongantíð bjóðað út.
Sambært kringvarpsstjóranum og stjóranum í sp/f Fjølvinna er tað ikki neyðugt at bjóða uppgávuna út. Dia Midjord og Kári Durhuus eru nevniliga sannførdir um, at eingin triði partur hevur ”sýnt veruligan áhuga í at framleiða nýggjárssendingina,” sum teir orða seg í sáttmálanum, undirskrivaður 23. desember.
Tulkingin kann tó illa tulkast øðvrísi enn ein kreativ roynd at sleppa undan tí rundskrivi, sum hevur verið í gildi síðani 1. oktober. Sama rundskriv sigur eisini, at einstøku stjórnarráðini hava ábyrgd fyri, at stovnar undir teimum fylgja rundskrivinum.
Tí spyrja vit Bjørn Kalsø, hví Kringvarpið ikki fylgir rundskrivinum.
- Eg havi biðið mína umsiting í Mentamálaráðnum um at kanna tað, ljóðar eftirhondini kategoriska svarið frá landsstýrismanninum.
Sjálvur hevur hann ikki fleiri viðmerkingar til, at Kringvarpið ikki helt seg til ásetingarnar í rundskrivinum.
- Nei, eg vil fyrst hava eina frágreiðing frá míni umsiting. Men tað er greitt, at stovnar undir Mentamálaráðnum skulu halda sínar skyldur, leggur Bjørn Kalsø afturat.

Frágreiðingin
Hóast landsstýrismaðurin við evstu ábyrgd av Kringvarpinum í øllum sínum svarum vísir til ta frágreiðing, sum hann hevur biðið sína umsiting gera, so tykist samstundis greitt, at frágreiðingin kemur ikki fyrr enn eftir nýggjár.
Bjørn Kalsø ætlar sær ikki at gera nakað fyri at fáa frágreiðingina lidna, áðrenn sendingin fer í luftina.
- Nei, eg veit ikki, um eg fái frágreiðingina áðrenn nýggjár, og eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið, sigur Bjørn Kalsø.