STARVSTÍÐ
Ein serligur hátíðardámur var í luftini mánadagin. Í Hoydølum byrjaðu í alt 214 næmingar í 1.S og 1. HF.
Fyrsti skúladagurin hjá næmingunum er eisini fyrsti arbeiðsdagurin hjá teimum mongu lærarunum, sum starvast á Føroya Studentaskúla & HF-skeiði í Hoydølum. Ein teirri er Hanus Samuelsen. Húsvíkingurin Hanus byrjaði mánadagin sítt 43. skúlaár sum lærari á Føroya Studentaskúla. Kendi lærarin í føroyskum verður í september 67 ár, og hetta merkir m.a., at Hanus gevst í starvinum sum tænastumaður og lærari.
Byrjanin
Hanus Antoniussen Samuelsen ? Hanus í Skumpitoft ? varð føddur 10. september 1936 í Húsavík. Hann er uppvaksin í Húsavík, men fór á ungum aldri til Havnar at ganga á preliminer skúla. Seinni fór hann á Studentaskúla. Hann tók matematiskt studentsprógv í 1956. Eftir at hava verið lærari í heimbygdini eitt skifti, fór hann á læraraskúla, har hann varð liðugur í 1960.
Sum nýútbúgvin lærari søkti og fekk hann starv á Føroya Studentaskúla. Hetta starvið hevur eftir øllum at døma ikki vera langt av leið, tí hann er enn í sama starvi. Hanus var tá 23 ára gamal.
Studentaskúlin í 1960 var munandi øðrvísi enn hann, vit kenna í dag. Studentaskúlin flutti í 1962 niðan í Hoydalar í gamla Sanatorii-bygningin. Tá var realskúli og studentaskúli saman. Hetta bar so við sær, at Hanus tey fyrstu árini undirvísti í at kalla øllum lærugreinum. Mestur hevur tað ligið ræðið fyri á øllum økjum, men tá gamla realskipanin hvarv, og skúlin gjørdist studentaskúli burturav, og seinni eisini HF-skeið, so gjørdist Hanus lærari í føroyskum burturav. Hetta dámdi honum væl, tí honum hevur altíð dámað væl at lisið, og áhugin fyri føroyskum og nørrunum er stórur.
Hesi mongu seinni árini hevur Hanus undirvíst í føroyskum. Hann hevur hildið á, og næmingarnir hava verið nógvir, ið millum ár og dag hava sitið lið við lið og lýtt á Hanus og hansara frálæru og mál og bókmentir.
Sjálvur metir Hanus, at hann hesi skjótt 43 árini hevur havt í øllum førum 2000 næmingar undir hond. Hetta eru so nógvir, at tað er mestsum vónleyst at minnast allar, men treyðugt so roynir Hanus av og á at minnast aftur á sínar næmingar, og fleiri minnist hann sjálvandi.
Tá Hanus verður 67 í heyst, so hevur hann rætt til at fara frá við fullari pensjón, men hann kundi eisini hildið fram, men Hanus miðjar ímóti, at hetta verður hansara seinasta skúlaár.
?Eg havi mental fyrireikað meg til at fara frá í fleiri ár, og eg ætli mær eisini frá, so hetta verður mítt seinasta skúlaár, sigur Hanus Samuelsen.
Við sínum 43 árum verður Hanus Samuelsen eisini tann persónurin, ið hevur starvast longst av øllum á Føroya Studentaskúla. Erik Petersen var 41 ár á skúlanum ? tvey ár minni enn Hanus.
?Tað er gott við eitt sindur av broyting. Tað er eisini rættiliga nógv, sum eg má seta meg inn í, tí alt broytist nógv í hesum tíðum. Eg haldi kortini, at næmingarnir hava havt gott av einum eitt sindur eldri lærari, sigur Hanus Samuelsen.
Við nýggju Studentaskúlakunngerðini gjørdist føroyskt at kalla høvuðslærugrein á studentaskúlanu, og hetta merkti eisini fleiri tímar í føroyskum og eitt nú minni tímar í donskum. Hanus Samuelsen heldur eisini tað vera rætt, at føroyskt verður raðfest ovarliga, tí tað er ógvuliga týdningarmikið, heldur hann.
1.S
Á skemainum í ár hjá Hanusi eru tríggjar flokkar. Ein á hvørjum árgangi hjá studentunum. Hetta gevur tilsamans tólv tímar um vikuna.
1. y verður tann seinasti 1.S-flokkurin, ið Hanus Samuelsen verður lærari hjá. Møguleikin er til staðar, at Hanus sleppur at seta húgvurnar á høvdið hjá 3.x, ið hann eisini undirvísir í føroyskum.
Eftir skjótt 43 ár og meira enn 2.000 næmingar heldur Hanus ikki, at næmingarnir eru broyttir stórvegis.
?Eg haldi ikki, at næmingarnir eru broyttir sum persónar, men tað eru meira rammurnar rundanum, sum eru broyttar við tíðini. Tað er jú stórur munur á samfelagnum í sekstiárunum og tí í dag, sigur Hanus Samuelsen.
Hann heldur, at næmingarnir altíð hava verið ójavnir á, og tað vil so vera.
?Tað er stuttligt at fáast við ungdóm. Eins og tað hevur verið stuttligt at undirvíst, sigur Hanus A. Samuelsen, sum, nú hann hevur sett hol á seinasta skúlaár, er fyrireikaður til at fara frá, men saknurin verður óivað stórur.
Hanus A. Samulsen byrjaði mánadagin fyri seinastu ferð eitt nýtt skúlaár á Studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta verður hansara 43. ár sum lærari.









