Tað var sum í gomlum døgum, tá ið VÍF og Kyndil brustu saman í FM-finalu í høllini í Vestmanna sunnudagin. Høllin var full av spentum áskoðarum, og tá ið talan er um júst hesi bæði lið, er altíð ein heilt serligur spenningur. Hetta eru jú teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti, og tað var eisini hóskandi, at tað vóru júst VÍF og Kyndil, ið komu at hittast í fyrstu FM-finaluni eftir nýggja kappingarleistinum.
Kyndil fekk skjótt eitt hol
Fyrsta korterið av dystinum gekk leikur rættuliga javnt á. Liðini byrjaðu eitt sindur varliga og tóktust royna at lúra hvønn annan av. Men tá ið fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, fekk Kyndil eitt hol niður til vestmenningarnar.
Tað tóktist sum um, at teir í VÍF høvdu ilt við at steðga álopsspælinum hjá havnarmonnunum, og serliga var tað Høgni Klein á spælskiparaplássinum hjá Kyndli, ið fekk ógvuliga gott pláss. Høgni fekk tíð annaðhvørt at spæla upp til hinar ella skjóta sjálvur, og við honum á odda fóru kyndilsmenn nakað frá vestmenningunum.
Tað sást eisini, at Kyndil hevði nógvar streingir at spæla uppá, tí spælararnir skiftust um at fáa mál, og tey komu av øll plássum, bæði av bakkunum, vonginum ella av strikuni, og heimaliðið tóktist eitt sindur ørkymlað.
Kyndil hevði støðugt eina leiðslu upp á eini trý ella fýra mál, og VÍF tóktist hava ógvuliga trupult við at fáa fatur á havnarmonnunum aftur.
Dejan og Àki hildu lív í VÍF
Gestirnir úr Havn vóru á odda við fýra málum, 15-11, í steðginum, og ein vildi trúð, at VÍF eftir steðgin fóru at leggja út sum eitt óløgi fyri at fáa fatur á Kyndli aftur, men tvørturímóti. Kyndil helt væl og virðiliga tørn fyrstu løtuna, og var tað ikki fyri Dejan Lacok í VÍF-málinum, høvdu havnarmenninir fingið eina nógv størri leiðslu. Dejan tók ikki færri enn fýra brotskøst fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og saman við veteraninum Áka Olsen helt hann vestmenningum inni í dystinum.
Áki tók yvir, tá ið vanligi stórskjúttin hjá VÍF, Sámal Joensen, um miðjan seinna hálvleik fekk sína triðju útvísing og harvið reyða kortið. Eftir at Sámal var farin av vøllinum skeyt Áki fýra tey næstu málini hjá VÌF, og spenningur kom í aftur dystin, tí nú vóru bráddliga bert tvey mál á muni.
Tá ið seks minuttir vóru eftir at leika, var støðan 24-22 til Kyndil, men tá fekk havnarliðið eina útvísing. Hetta kundi verið gylti møguleikin hjá vestmenningum at koma upp á javnt, meðan teir vóru í yvirtal, men ístaðin fingu teir sjálvir ein mann riknan av vøllin lítla løtu seinni, og tað tóktist verða mønustingurin hjá vestmenningum. Eftir útvísingina kom fullkomiliga stígur í hjá VÍF, og ístaðin vóru tað teir úr Kyndli, sum bara øktu um leiðsluna og at enda vunnu ein trivaligan 28-23 sigur.
Aðrir bollar á suppuna
Um VÍF ætlar sær at endurvinna meistaraheitið, so skulu aðrir bollar suppuna, tá ið næsta finalan verður leikt í høllini á Hálsi leygardagin.
Fyri tað fyrsta skulu vestmenningar fáa álopsspælið hjá sær at koyra betur, enn tað gjørdi sunnudagin. Tá var álopið hjá VÌF ógvuliga stirvið, og hugflogið var als ikki til staðar. Í hinum endanum ræður eisini um at taka sær um reiggj. Sunnudagin sást týðuliga, at ein maður sum Høgni Klein ikki skal fáa so nógv pláss, sum verjan hjá VÍF gav honum, tí tað er umvegis hann, at alt álopsspælið hjá Kyndli koyrir.
Kyndilsmenn hinvegin ætla sær ivaleyst at byggja víðari á tað, sum teir avrikaðu í Vestmanna. Ein aggressiv verja við kontanum taklingum tóktist ikki hóva vestmenningum, og eitt fjølbroytt álopsspæl við atsóknum av øllum plássum gjørdi, at verjan hjá VÍF ongantíð fekk tipt álopið hjá Kyndli, soleiðis sum vit hava sæð tað áður. Tað er jú fleiri ferðir seinasta árið komið fyri, at teir grønu úr Havn í dystum móti VÍF ikki hava skorað í upp til 20 minuttir.
Við greiða sigrinum í Vestmanna hevur Kyndil ivaleyst eisini sálarligu yvirvágina undan næstu hálvfinaluni, og hjá teimum er tað eisin nóg mikið við einum javnleiki leygardagin at tryggja sær føroyameistaraheitið. Vestmenningar hava knívin á barkan, og hjá teimum er setningurin greiður. Einki annað enn ein sigur kann brúkast til nakað sum helst.
VÍF-Kyndil 23-28(11-15)
VÍF: Agnar Joensen 6, Áki Olsen 4, Sámal Joensen 3, Ingi Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Dejan Lacok 1, Regin Joensen 1, John Zachariassen 1
Kyndil: Høgni Klein 6, Hans Áki Dal-Christiansen 6(2), Marius Joensen 4, Rókur Akralíð 4, Janus Einar Sørensen 3, Ragnar Stakksund 3, Josef Abrahamsen 2(1)
Brotskøst: VÍF 1(0), Kyndil 7(3)
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 1
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Paulason
Áskoðarar: uml. 400










