við føroyska list. Hann minnist, at hann ein várdag seinast í sjeytiárunum hevði eitt ørindi inni á grafiska verkstaðnum UM í Keypmannahavn, ið forrestin ikki er til longur, tá hann bar eyga við ein málning [...] málning. Tá hann spurdi seg fyri, hvat málningurin ímyndaði, fekk hann at vita, at tað kundi hann sjálvur spyrja listamannin um, tí hann var staddur í sama høli. Listamaðurin var Amariel Norðoy, og málningurin [...] sær at halda á, so leingi tað er stuttligt. Ikki óvæntað hevur listin hansara stóra áhuga, og eftir nógv ár í fakinum veit hann, hvat hann vil hava hangandi í sínum gallaríi. Tí, sum hann sigur, so skal
fastløstum skipanum, men tann størsti parturin av hesum stýrisamboðum liggja í hondunum á løgmanni, sum letur tey í hendurnar á sínum landsstýrismonnum. Hetta er grundsjónarmiðið í nýggju stýrisskipanini. Eftir [...] at ein persónur hevur ávirkan á alt tað virksemi, sum formliga liggur undir hansara ábyrgdarøki. Persónar á ovastu rók í ráðum ella stovnum hava tí ein avgerandi leiklut á viðkomandi virkisøki. Tá ið vit [...] temja gongdini. At vit fáa tamarhald fyrst á stýrisamboðunum í tí almenna, síðani fáa tamarhald á stýrisamboðunum í tí vinnuliga og so aftur fara at vinna land á vinnuliga heimskortinum. Og framtíðar sø
at gera mun á fólki 12.februar: Grein í Sosialinum um, at Johan Dahl ikki vildi rinda fólki á Kollafjord Pelagic frítíðarløn og løn 17. februar: Johan Dahl sigur við Sosialin, at hann letur seg ikki trýsta [...] trýsta frá. 19.februar: Einkjan eftir Carl á Lag sigur við Fregnir, at Johan Dahl hevur forpestað hennara lív. 20. februar: Alfred Olsen sigur í Dimmalætting, at Johan Dahl er ein trupulleiki fyri Samba [...] Sambandsflokkin, men fríggjakvøldið hevur hann kortini álit á honum 21. februar: Býráðslimir fyri Sambandsflokkin í Havn og Klaksvík vilja hava Johan Dahl úr starvinum 23. februar: Johan Dahl verður koyrdur
Sunnumorgunin á familjumøtinum kl. 10.30 er evnið: »Náði Guds í lívi Jobs« og á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 er evnið: »Job« á báðum møtunum talar Klæmint Eliasen. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum [...] Missiónshúsið á Argjum Sunnudagin 29. feb. Møti v/ Reimund Langgaard. Nólsoyar Missiónshús Missiónsvikan er flutt til 24.-28. mars. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Skráin fyri missiónsvikuna 2004 á Glyvrum: [...] www.keldan.fo Nerija á Skála Á møtinum í kvøld kl. 20 og í morgin sunnudagin kl. 17 tala John í Skemmuni, Lars Djurhuus og Finnbjørn Nielsen. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13
oyggin kann fáast á føtur aftur og fáa greiði á, hvat skal til, fyri at fáa gongd á vinnulívið aftur. Johan Dahl sigur, at nevndin skal arbeiða skjótt, tí tað krevjast skjótar loysnir. Hann heldur, at verða [...] hvussu vinnulívið í hesum partinum av landinum kundi fáast á føtur aftur, á sama hátt sum Sandoyarætlanin lyfti Sandoynna upp úr aldudalinum og upp á eitt hægri støði. Og nú hevur hendan samgongan raðfest [...] var at keypt frystan fisk úr Russlandi at virka á virkinum í Vági. ? Tað gevur nógv og støðugt arbeiði, segði Meinhard Jacobsen. Men hann legði eisini dent á, at skal tað bera til, er tað ein fortreyt, at
favoritismu frá pápanum, gerst hann offur fyri hatri og øvundsjúku. Fyrst verður hann seldur sum trælur, síðani gerst hann fyristøðumaður Potifars, so fangi og dreymatýðari, áðrenn hann til seinast kemur til valdið [...] brøðrunum, at "tit seldu hann sum træl". Áðrenn steðgin tekur leikurin aftur eina vend við sanginum "Koyr á Jósef", har fjøldin verður fóðrað við rokki, blásarum og einum palli á tremur við leikarum, sangarum [...] leikarum á palli endar eitt dreymakent kvøld við lógvabrestum frá fjøldini. Gjøgnum líðing og neyð stríddi Jósef seg til heiður og æru. Við íblástri frá dreymunum varð vónin hildin á lívi, sjálvt tá hann varð
burturav. Tó hevur hann undirvíst á Føroya Fólkaháskúla í eitt ár, men hetta starvið ? sum honum dámdi sera væl ? hevur hann nú sagt frá sær, tí tað fór við ov nógvari tíð, ið hann heldur vil nýta til [...] spurdi meg, um tað ikki bar til at gera máling burtur úr royðugrótinum. Tað var hetta, sum gav mær íblásturin, sigur Eli Smith, sum tó leggur dent á, at hetta ikki er nakað hann sjálvur hevur uppfunnið [...] Smith ger málingina burtur úr gróti, koli, leiri o. ø., hann finnur í náttúruni. Hann gongur nógv í haganum í hesum sambandi. ? Tað var efitr ein túr á Húsmøl í Nólsoy, at eg royndi hetta fyrstu ferð, og eg
n 6. mars varð sett á stovn á fundi í Skansastovu, hevur nevndin nú skipað seg á fundi mikukvøldið. Saman við Rógva á Rógvu varð Heðin Davidsen stigtakari til slóðbrótandi stigið á tónlistarliga økinum [...] samfelagið Royndi tónleikarin Kristian Blak bar fram á fundinum seinasta leygardag eitt sera áhugavert sjónarhorn, sum hann í Sosialinum týsdagin eisini varpaði ljós á. - Tað er skeivt at tosa um stuðul til [...] alsamt meiri trýst á myndugleikunum, sum eisini fáa ítøkiliga ætlan frá MenTón í næstum. Fundurin leygardagin kann sostatt verða ein byrjan á ella yvirgongd í eina kvalitativt nýggja epoku á tónlistarliga økinum
kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Nerija á Skála Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 luttekur sangbólkurin SALT. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið [...] Edvard Joensen tala á evangeliska møtinum sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjar-taliga vælkomin. Nebo, Toftir Á fundinum sunnudagin kl. 11.30 talar Osvald Kjærbo. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin [...] er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
burturav, og tí meti eg, at tað er upp á tíðina, at vit fáa bara ein part aftur av tí, tað almenna hevur avviklað í Vági, tí sum sagt, tað almenna rekur fiskavirksemi á sjógvi og landi nógvastaðni í Føroyum [...] ráfiski til virkingar í Føroyum, har sund og firðir skilja, tá hann byrjaði og virkaði eftir endamálinum, viðmerkjast skal, at tað ger hann ikki nú av fleiri orsøkum, sum ikki skal komast inná her. Hesin [...] fesk fløk úr stinglaks og langasporl á PALM Seafood í Vági í 1996. Mett varð, at vit vóru skraddaraseymaðir til at fáa stuðul undir lógini, »um menning av fiskivinnuni á landi«, vit fingu enn tá broytt orðingar