Trúboðaraskip
Fyri einum góðum ári síðani fóru hjúnini Árni og Maiken Jensen úr Havn saman við dóttrini Erlu umborð á trúboðaraskipið Doulos, har tey hava nýtt eitt ár av lívi sínum. Árni greiðir frá, at hetta var gamal ein dreymur, sum gjørdist veruleiki.
Hósdagin leggur eitt annað trúboðaraskip at bryggju í Havn. Tað er Logos, sum nú hevur lagt leiðina til Føroyar.
Á brúnni stendur føroyingurin Árni Jensen. Hann hevur júst verið við Doulos, og nú er hann farin umborð á Logos. Hetta verður tó bara fram til august mánað.
Altíð kent OM
OM stendur fyri Operation Mobilisation, og tað er navnið á felagsskapinum, sum eigur skipið Doulos.
Árni sigur, at hann frá ungdómsárum mangan hevur hoyrt um felagsskapin OM, og tí hevði hann altíð eitt ynski at fara í tænastu hjá hesum felagsskapi. Tá sipar hann til amerikumannin George Verver, sum bleiv persónliga trúgvandi, tá hann var til møti hjá kenda prædikumanninum Billy Graham. Hann sigur, at tey onkuntíð hava tosað um henda møguleikan at fara við Doulos, men ongantíð er nakað komið burturúr.
Júst sum vónirnar minkaðu fyri at fáa henda møguleikan, stóð teimum í boði at fara við Doulos fyri einum ári síðani. Árni er skipsførari, og Doulos hevði stóran tørv á yvirmonnum. Tí gjørdu hann og Maiken kona hansara av at fara við Doulos og at taka 14 ára gomlu dóttrina við sær.
Fyri fyrst var bara talan um fýra mánaðir, men so tók familjan tveir mánaðir afturat, og so hálvt ár. Tilsamans er tað blivið til eitt heilt ár umborð á Doulos. Nú fer Árni so eisini við Logos til august mánað.
Tey fáa ongan pening fyri at sigla við Doulos. Skipanin er soleiðis, at tey, ið eru umborð, sjálv gjalda fyri uppihaldið. Tey, sum koma úr tí ríkara partinum av heiminum gjalda meira enn onnur úr fátækari londum.
Fólk úr 35 londum
Umborð á Doulos eru tilsamans 350 fólk úr 35 ymiskum londum. Maiken greiðir frá, at tú kennir øll, sum eru umborð, tí øll liva so tætt saman, og tí er samanhaldið millum tey øll sera gott.
Tað eru ógvuliga ymisk fólkasløg, ið búleikast á skipinum. T.d. hava nógv av teimum ongantíð sæð sjógv, tá tey koma umborð.
Tosað verður enskt umborð, og tey, ið ikki skilja málið, fáa undirvísing.
? Vit vóru ógvuliga væl móttikin, tá vit fyri fyrstu ferð settu fótin umborð á Doulos. Samanhaldið er eisini ómetaliga gott millum øll umborð. Øll tóku sær av okkum ta fyrstu tíðina, meðan vit skuldu finna okkum til rættis, og vit føldu okkum sum ein part av Doulos-familjuni, greiðir Maiken frá. Tí var umskiftið frá gerandisdegnum í Føroyum til Doulos ikki ov stórt.
Eitt, sum føroyingarnir beinanvegin bitu merki í, var, at fólk umborð hevði lítið av peningi um hendi. Hetta hevði við sær, at fólkini vóru meira kreativ, og hetta var við til at styrkja samanhaldið umborð.
Umborð virkaðu Maiken og Árni sum foreldur at fleiri ungum, so tey høvdu onkran at halda seg til, um trupulleikar stungu seg upp.
Maiken arbeiddi dagliga í leiðbeiningini, meðan Árni var stýrimaður.
Maiken skelkað í Manila
Doulos sigldi bara millum lond í Fjareystri, meðan Jensen-familjan var umborð. Siglt varð ímillum Filipsoyggjarnar, Hong Kong, Teivan, Japan, Kina, Maleisia, Singapor, Teiland og Vjetnam tað seinasta árið. Tey vóru enntá fleiri ferðir í onkrum av londunum.
Stórur munur er á hesum londunum.
Maiken sigur frá, at hon fekk ein skelk, tá hon kom til Manila.
? At síggja fátækradømið og vesældómin í Manila, høvuðsstaðnum á Filipsoyggjunum, var ræðuligt, sigur Maiken.
Hinvegin greiða hjúnini frá, hvussu reint og væl skipað alt var í Tokyo í Japan. Her komu mótsetningarnir í økinum greitt til sjóndar. Filipsoyggjarnar eru eitt tilafturskomið land, meðan Japan hinvegin er eitt tað fremsta landið í Fjareystri og hevur hálað seg framum fleiri av londunum í Vesturheiminum.
Eisini vitjaðu tey Teivan, sum var illa rakt av jarðskjálvta í 1999. Tey ferðaðust millum húsaleivdirnar, men tó merktu tey, hvussu takksom fleiri av hesum fólkunum vóru, hóast neyðina, tey vóru stødd í.
Frásøgnirnar hjá Maiken benda á, at tey í hesum partinum av heiminum hava eina heilt aðra fatan at menniskjum.
Eitt nú vitjaðu tey á einum heimi fyri brekað børn. Tann týska fyristøðukvinnan greiddi frá, hvussu lítið brekað børn verða vird í Teivan. Tey verða mangan vrakað av foreldrunum, og tí er neyðugt at sjálvboðin seta á stovn heim fyri hesi børnini. At fáa eitt brekað barn verður av fleiri mett sum ein revsing frá gudunum.
Hjá okkum eru fyritreytirnar øðrvísi, tá talan er um at taka sær av teimum menningartarnaðu, og tí hava vit ikki teir somu trupulleikarnar at dragast við.
Send út í bólkum
Arbeiðið umborð var soleiðis skipað, at tey vórðu býtt upp í bólkar. So vóru tey send út í býirnar og millum fólk á staðnum at boða tann kristna boðskapin.
Soleiðis komu tey út ímillum fólkið og komu at kenna nærumhvørvið hjá teimum innføddu.
Tey greiða frá, at tey útsendu frá Doulos bæði gera vælgerandi arbeiði og boða kristindómin fyri fólkinum. Tað kann vera at hjálpa gøtubørnunum ella at hjálpa einum trúðboðara á staðnum við onkrum praktiskum.
Maiken sigur, at tey í Teilandi vitjaði eitt kvinnufongsul, og har vóru seks kvinnur, ið ynsktu at játta kristna trúgv. Tað er endamálið við arbeiðnum á skipinum. At boða kristindómin og at fólk játta kristna trúgv.
? Hetta er tað, sum ger tað so stórt at vera umborð. Tú hoyrir slíkar søgur og upplivir slíkar hendingar allatíðina. Nógvir bólkar verða sendir út, og allir hava hvør sína sólskinssøgu at siga frá, tá teir koma aftur. Altíð hevur onkur okkurt áhugavert at greiða frá, og tað ríkar lívið umborð, sigur Árni.
Árni greiðir frá eini serligari andaligari hending, sum talaði til hann, tá hann var úti á markini við einum bólki.
? Vit sigldu niðan eftir eini á til eina lítla bygd í Maleisia. Í tí eina húsinum í bygdini var húsbóndin deyður, og sorgin var ómetalig í allari bygdini. Har vóru grátikonur við hátalarum, sum skipaðu grátin, og har vóru eini 400 fólk í og kring húsið, sigur Árni.
? Tað var tí ringt at skipa nakað veruligt møti, og vit góvust at enda. So kom ein kona til okkara og bað um bøn fyri dóttrini og fleiri gjørdu tað sama. Vit bóðu tí, og eg greiddi henni frá lyftum Guds. Endin var, at alt húsið játtaði trúgv á Kristus, og gleðin var stór millum okkum, sigur Árni, ið leggur afturat, at hann enn hevur samband við hesi fólkini í maleisisku bygdini.
Møttu drotning Margrethe
Ein dagin fingu Árni og Maiken møguleikan at møta Hendes Majestæt Dronning Margrethe.
Ein danskur tíðindamaður var umborð á Doulos í Bangkok í Teilandi, har hann hoyrdi um føroyingarnar. Hann skipaði tí soleiðis fyri, at hann hjúnini sluppu til eina móttøku á donsku sendistovuni, har Margrethe og Henrik vóru hjástødd. Donsku kongahjúnini vóru og vitjaðu teilendsku kongahjúnini.
? Margethe kendi beinanvegin tey føroysku klæðini, og hon spurdi okkum um arbeiði umborð. Vit góvu henni eina bók og eina innbjóðing sum heiðursgestur, tá Logos vitjar í Danmark. Eisini prátaðu vit við Fredrik krúnprins, sum var til staðar, sigur Maiken, ið ikki dylur fyri, at tað var serligt at síggja drotningina á ferðini.
Ódn mundi gjørt av við tey
Veðrið var næstan altíð avbera gott, men einaferð mundi Doulos rent seg í eina ringa ódn. Siglt var ímillum Kina og Maleisia, tá veruligt ódnarveður brast á. Doulos royndi at sigla undan sum frægast, og tað var sum tá ketta spælir við mús.
? Við eitt steðga motorarnir umborð á skipinum, sigur Árni, ið stóð á brúnni. Motorarnir fóru ikki í gongd aftur fyrr enn fýra tímar seinni, og hesa tíðina lá skipið stilt. Tað vísti seg aftaná, at ódnin eisini hevði ligið still hesa tíðina, og tað heldur Árni vera bønarsvar, tí skiparin hevði í hátalaranum biðið øll umborð um at biðja fyri støðuni.
Ríkandi uppliving
Tá hjúnini verða spurd, um tey iðra seg um, at tey tóku avgerð um at fara avstað, siga tey sum við ein munn, at hesa upplivingina vildu tey ikki verið fyriuttan.
? Hetta hevur verið ein ómetaliga stór uppliving, og vit angra als ikki, at vit fóru avstað. Vit kunnu bara luta tað við onnur her heima í Føroyum í veikt mát, tí tað skal upplivast. Tað eru bara heilt smáir partar av øllum, sum vit kunnu greiða frá, siga Maiken og Árni at enda.
Nú er Árni so farin við einum øðrum trúboðaraskipi. Tað er nevniliga Logos, sum kemur á Havnina hósdagin, og øll kunnu fara umborð at vitja skipið.









