Nú skal Suðuroy fáast á føtur aftur

Samgongan er í ferð við at seta ein bólk at kanna, hvussu gongd aftur kann fáast á vinnulívið í Suðuroynni

Vinnuframi

Suðuroy: Nú skal gongd fáast á vinnulívið í Suðuroynni aftur.
Tað ætlar samgongan.
Serliga í syðru helvt í Suðuroy er bara gingið afturá seinastu tíðina og eitt virki fyri og annað eftir er steðgað og á øðrum virkjum er nógv minni arbeiði, enn tað hevur verið.
Og í løtuni er støðan í syðru bygdunum í Suðuroy ikki mætari enn hon var fyri 10-12 árum síðani, tá ið kreppan leikaði uppá tað harðasta.
Fleiri ferðir hevur verið sóknast eftir eini miðvísari, politiskari ætlan fyri, hvussu vinnulívið í hesum partinum av landinum kundi fáast á føtur aftur, á sama hátt sum Sandoyarætlanin lyfti Sandoynna upp úr aldudalinum og upp á eitt hægri støði.
Og nú hevur hendan samgongan raðfest málið so mikið ovaliga, at ein serstakur bólkur skal nú setast at kanna eftir, hvussu vinnulívið í Suðuroynni skal fáast á føtur aftur.

Suðuroyarbólkur skal stinga út í kortið
Johan Dahl, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, upplýsir fyri Sosialinum, at ætlanin er at seta ein bólk við tinglimum úr teimum trimum samgonguflokkunum. Limirnir hjá sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum í bólkinum verða úr Suðuroynni, men limurin hjá fólkaflokkinum verður onkra aðrastaðni frá, tí hann hevur ongan tinglim úr Suðuroynni.
Hesin bólkurin skal so hava tætt samband við vinnulív og onnur serkøn í Suðuroynni.
? Saman við restini av samgonguni og vinnulívinum í Suðuroynni skal hesin bólkur so stinga út í kortið, hvussu oyggin kann fáast á føtur aftur og fáa greiði á, hvat skal til, fyri at fáa gongd á vinnulívið aftur.
Johan Dahl sigur, at nevndin skal arbeiða skjótt, tí tað krevjast skjótar loysnir.
Hann heldur, at verða ikki tiltøk sett í verk, kunnu vit gloyma alt um økismenning.
Hann heldur, at politiskt hevur tað verið alt ov lítil áhugi fyri støðuni í útjaðaranum í Føroyum.
?Tað vísir seg sum um at tað hevur verið ov lítil áhugi fyri at loysa trupuleikarnar hjá útjaðaranum og nú mugu politikararnir gera upp við seg sjálvar, um vit skulu hava ein útjaðara í Føroyum ella ikki.
Hann vísir á, at tað er dýrari at reka vinnu í útjaðaranum og tí er búseting og trivnaður í útjaðaranum ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum.
? Eitt nú er tað dýrari at fáa vørur til og frá virkjum í útjaðaranum enn til og frá virkjum í miðstaðarøkinum og tað er eisini dýrari at seta vinnu á stovn í útjaðaranum, tí peningastovnarir taka hægri rentu fyri at fíggja virkisbygningar í útjaðaranum, tí virðini eru minni og sostatt eisindi vandi fyri tapi, størri.
Og Johan Dahl er sannførdur um, at skal vinnan í útjaðaranum fáast á føtur aftur, skulu politiskar loysnir til.
? Er ikki vilji til at taka tey politisku stigini, sum eru neyðug, kann tað gera tað sama.

Russarafiskur ein møguleiki
Í hesum sambandi nevnir Johan Dahl, at ein møguleiki kundi verið gjørt eina skipan, so at tað bar til at arbeitt russarafisk í Vági.
Í Sosialinum herfyri helt Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, at ein gongd leið fyri at fingið støðugt arbeiði í Vági, var at keypt frystan fisk úr Russlandi at virka á virkinum í Vági.
? Tað gevur nógv og støðugt arbeiði, segði Meinhard Jacobsen.
Men hann legði eisini dent á, at skal tað bera til, er tað ein fortreyt, at skipanin við tollendurgjaldi verður sett í verk aftur.
Fyri nøkrum árum síðani fingu virki 1,10 krónur í tollendurgjaldi fyri kilo av ráfiski, sum varð keypt úr Russlandi. Tað var ein skipan, sum skapti heilt nógv arbeiði, segði stjórin í Fiskavirking, men við ongum tollendurgjaldi, verður tað ov dýrt.
Johan Dahl sigur, at tað stuttu tíð, hann sat sum fiskimálaráðharri, hevði hann ein stuttan óformligan fund við stjóran í Fiskavirking, og har var hesin møguleikin við russarafiski nevndur.
?Eg haldi, at í fyrsta umfari í hvussu so er, er russarafiskurin loysnin fyri Vág, tí hann skapar støðugt arbeiði og tað er støðugt arbeiði, sum fólk mest av øllum hava brúk fyri.

Eitt gott hugskot
Tollendurgjaldið er eitt endurgjald fyri tað, sum virki gjalda meiri í tolli fyri at selja triðjalands fisk í ES.
Og tað tykist sum um at júst russarafiskurin kann verða álitið hjá suðuroyingum framyvir, tí tað tykist sum um at tað eisini eru onnur í samgonguni, sum halda, at tað kann vera ein gongd leið at seta skipanina við tollendurgjaldi í gildi aftur.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at tankin er avgjørt áhugaverdur.
? Tað skapar nógv arbeiði og verður úrslitið, at landskassin fær nógv størri inntøkur av hesum enn hann letur í tollendurgjaldi, er tað avgjørt áhugavert.
Hann heldur eisini, at støðan í syðru helvt í Suðuroy er so vánalig, at tað verður neyðugt at seta óvanlig tiltøk í verk.
?Kemur tað so langt, ivist eg ikki í, at landsstýrið fer at viðgera tað við áhuga, sigur løgmaður.
Somuleiðis heldur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at hetta avgjørt er ein góð ætlan, sum hann eisini er sinnaður at arbeiða víðari við.