3. februar:
Johan Dahl verður settur sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Jóannes Eidesgaard sigur seg hava álit á Johan Dahl sum landsstýrismanni.
Johan Dahl heldur, at skuldsetingarnar um hansara fortíð er ein herferð ímóti sær.
4. februar:
Grein í Fregnum um, at Johan Dahl skyldar Vágs Skipasmiðju 100.000 krónur
11. februar:
Dimmalætting hevur grein um, at Johan Dahl hevur lagt fyrisitingina í Fiskimálaráðnum undir at gera mun á fólki
12.februar:
Grein í Sosialinum um, at Johan Dahl ikki vildi rinda fólki á Kollafjord Pelagic frítíðarløn og løn
17. februar:
Johan Dahl sigur við Sosialin, at hann letur seg ikki trýsta frá.
19.februar:
Einkjan eftir Carl á Lag sigur við Fregnir, at Johan Dahl hevur forpestað hennara lív.
20. februar:
Alfred Olsen sigur í Dimmalætting, at Johan Dahl er ein trupulleiki fyri Sambandsflokkin, men fríggjakvøldið hevur hann kortini álit á honum
21. februar:
Býráðslimir fyri Sambandsflokkin í Havn og Klaksvík vilja hava Johan Dahl úr starvinum
23. februar:
Johan Dahl verður koyrdur úr starvinum sum landsstýrismaður