? Eg hevði hoyrt um aðrar, sum hava roynt hetta, m. a. til steinprent. Ta einu ferðina, eg var í Suðuroy við Háskúlanum, var tað at ein av lærarunum spurdi meg, um tað ikki bar til at gera máling burtur úr royðugrótinum. Tað var hetta, sum gav mær íblásturin, sigur Eli Smith, sum tó leggur dent á, at hetta ikki er nakað hann sjálvur hevur uppfunnið.
Eli Smith, sum er útbúgvin radiomekanikari, slepti fyri nøkrum árum síðani hesi vinnu og fór at mála burturav. Tó hevur hann undirvíst á Føroya Fólkaháskúla í eitt ár, men hetta starvið ? sum honum dámdi sera væl ? hevur hann nú sagt frá sær, tí tað fór við ov nógvari tíð, ið hann heldur vil nýta til listina.
Eli Smith ger málingina burtur úr gróti, koli, leiri o. ø., hann finnur í náttúruni. Hann gongur nógv í haganum í hesum sambandi.
? Tað var efitr ein túr á Húsmøl í Nólsoy, at eg royndi hetta fyrstu ferð, og eg gjørdist so hugtikin av hesum, sigur Eli Smith.
Myndaevnið á framsýningini hesaferð eru landslagsmyndir og myndir av seyði ? íblástur, Eli hevur fingið á túrum í fjøllunum.
Framsýningin, sum letur upp í dag kl 15:30 er opin til og við 16. mars. Allar dagar frá kl 15:30 til 20.
Til ferniseringina í dag spælir Nikolaos Kapnas á fiól ? og kaffi verður at fáa.









