- Á ein hátt ber til at siga, at eg havi verið eitt slag av umboðsmanni fyri føroysk listafólk. Fryntligi eigarin av gallarí Sct Gertrud, Kurt Svendsen, festir sær í pípuna og leggur skemtiliga afturat, at gallaríið hjá sær helst hevur verið sum ein sendistova hjá føroyskari list.
Í nærum ein mansaldur hevur hann átt og rikið egið gallarí í Keypmannahavn, fyrst í Sct Gertrud Stræde, tætt við Kultorvet, men seinastu 15 árini í Hyskenstræde 9, ið er ein síðugøta til Strøget.
Men tað var av reinari tilvild, at Kurt Svendsen kom í samband við føroyska list. Hann minnist, at hann ein várdag seinast í sjeytiárunum hevði eitt ørindi inni á grafiska verkstaðnum UM í Keypmannahavn, ið forrestin ikki er til longur, tá hann bar eyga við ein málning. Tá hann spurdi seg fyri, hvat málningurin ímyndaði, fekk hann at vita, at tað kundi hann sjálvur spyrja listamannin um, tí hann var staddur í sama høli.
Listamaðurin var Amariel Norðoy, og málningurin var av kirkjuni í Mikladali.
? Hóast eg tá hevði mítt egna gallarí, kendi eg als einki til føroyska list. Men eg bleiv bergtikin av hesum málningi.
Teir báðir avreiddu, at Amariel skuldi hava eina framsýning í gallarínum hjá Kurt Svendsen sama heyst. Svendsen minnist, at henda framsýning gekk ikki sum ætlað.
? Amariel hevði havt fleiri málningar við á eini framsýning í Týsklandi, men verkfall gjørdi, at hann ikki fekk málningarnar heim aftur til framsýningina í gallarínum hjá mær. Fyri at fylla veggirnar noyddist hann tískil út at lána nakrar málningar frá føroyingum, ið búðu á Keypmannahavnarleiðini. Men eg minnist, at hann so fekk selt ein málning til Dansk Tipstjeneste.
Síðan hevur Amariel Norðoy á hvørjum vári havt framsýning í gallarínum hjá Kurt Svendsen.
Ingálvur og Mykines
Kurt Svendsen metir, at nógv er broytt, síðan hann hevði fyrstu framsýning við føroyskari list seinast í sjeytiárunum.
? Tá eg byrjaði, kendu danir sera lítið til føroyska list. Fólk kendu málningarnar hjá Ingálvi av Reyni og Mykines, men tað var so at siga tað einasta. Í dag eru nógv føroysk listafólk kend nøvn í Danmark, og áhugin millum danir fyri føroyskari list er vaksandi.
Kurt Svenden leggur afturat, at serliga fyrstu árini nýtti hann nógva orku til at samskifta við listafeløg, fyri á tann hátt at fáa føroysku málningarnar sýndar fram kring um í Danmark.
? Tey vóru fá, ið kendu føroysku listina. Men eg kundi vísa á góðar, traditionellar málningar, og sum fráleið fingu alsamt fleiri eyguni upp fyri føroysku listini. Tað stuttliga er, at í dag eru nógv kend nøvn millum føroysku listafólkini.
Kurt Svendsen hevur á ein hátt gjørt tað til sína sergrein at sýna fram føroyska list umframt list, ið hevur eitthvørt samband við Føroyar. Umframt at hann er við á stóru listastevnunum í Herning og í Forum í Keypmannahavn, hevur Kurt Svendsen vanliga umleið átta framsýningar um árið í hølunum í Hyskenstræde, og av teimum hava Amariel Norðoy og Øssur Mohr hvør sína. Harumframt hava nógv onnur føroysk listafólk havt framsýning í Sct Gertrud, umframt donsk listafólk, ið hava nýtt føroysk motiv í sínum málningum.
List til ferðafólk
Kurt Svendsen er eisini stoltur av, at hann hevur verið við til at breiða føroyska list út til ein stóran skara, ið kanska annars ikki hevði komið í samband við listina. Tað kom í lag, eftir at danska loftvegis ferðasambandið til Føroya, ið tá bar navnið Dan-Air, byrjaði at merkja kappingina frá Atlantic Airways.
Sum liður í eini roynd at fáa fleiri ferðafólk spurdi felagið Kurt Svendsen, um føroysk list møguliga á ein ella annan hátt kundi nýtast í eini lýsingarherferð. Úrslitið varð, at Kurt Svendsen valdi málningar hjá umleið 15 føroyskum listafólkum, ið síðan vóru avritaðir og prentaðir á góðum pappíri. Í umleið eitt ár fekk hvørt ferðafólk eitt eintak av føroyskari list heim við sær.
? Á henda hátt bóru nógv eyga við føroysku listina. Eg minnist, at bara í juli mánað vóru latin umleið 7000 eintøk, og sjálvur haldi eg, at hetta hevur verið við til at breiða boðskapin um og skumpa undir føroysku listina sum vinnugrein.
Við góðum treysti
Hóast tað er tungt at reka eitt gallarí í Keypmannahavn, har tilboðini til íbúgvarnar eru nærum óteljandi, so ætlar Kurt Svendsen sær at halda á, so leingi tað er stuttligt.
Ikki óvæntað hevur listin hansara stóra áhuga, og eftir nógv ár í fakinum veit hann, hvat hann vil hava hangandi í sínum gallaríi. Tí, sum hann sigur, so skal eitt gallarí hava ein ávísan stíl.
? Mær dámar væl, tá tað sæst aftur í málninginum, at listafólkið hevur haft eitt ávíst motiv at arbeiða út frá, og so má málningurin gjarna vera abstraktur. Men eg kundi til dømis ikki hugsað mær at sýnt fram alt ov modernaða ella alternativa list, sigur Kurt Svendsen at enda.