Eftir at nýggja áhugafelagið MenTón leygardagin 6. mars varð sett á stovn á fundi í Skansastovu, hevur nevndin nú skipað seg á fundi mikukvøldið. Saman við Rógva á Rógvu varð Heðin Davidsen stigtakari til slóðbrótandi stigið á tónlistarliga økinum í høvuðsstaðnum, og Heðin varð eisini útnevndur sum fyrsti formaðurin í MenTón. Thora Augustinussen er kassameistari, Biritia Nolsøe er skrivari, meðan teir báðir Róland Dam og Kristian í Vági eru nevndarlimir.
Arbeiðsbólkur skal setast
Í samrøðu í týsdagsblaðnum vísir Heðin Ziska Davidsen á aðalendamál felagsins, sum fyrst og fremst er at betra um hølisviðurskiftini bæði til konsertir og venjingar, og eftir skipan av nevnd sigur nevndarlimurin Kristian í Vági, at ætlan teirra í fyrstu syftu er at skipa fyri nøkrum tiltøkum kring býin.
- Fyrsta uppgávan er nú at markera okkum og skipa fyri tónleikatiltøkum kring býin, og á henda hátt vísa vit, at vit eru til, sigur Kristian í Vági. Hann metir tað vera alneyðugt at vísa andlit og harvið fáa fleiri limir at tekna seg hesa fyrstu tíðina, áðrenn størri stig verða tikin. Nevnarlimurin í MenTón greiðir víðari frá, at málsøkini í felagnum koma í fasta legu á aðalfundi fyrst í apríl mánaði, og ætlanin er at seta ein arbeiðsbólk burturav.
- Meðan nevndin skal virka sum andlitið úteftir og taka sær av tí administrativa, ætla vit at seta ein arbeiðsbólk, sum skal taka sær av arbeiðnum og samstarvinum við politiska myndugleikan um konserthúsið, vit ætla at útvega okkum, sigur Kristian í Vági. Á aðalfundinum í næsta mánaði skal hesin arbeiðsbólkur so finna fram til ítøkiligu ætlanirnar um betri hølisviðurskifti og harvið taka støðu til nakrar av spurningunum kring nýtt konserthús.
- Men alt hetta verður greiðari eftir aðalfundin, og fyribils skal MenTón koma í gongd við fyriskipan av tiltøkum og mennast við fleiri limum, sigur Kristian í Vági, nevndarlimur í MenTón.
Íløga fyri samfelagið
Royndi tónleikarin Kristian Blak bar fram á fundinum seinasta leygardag eitt sera áhugavert sjónarhorn, sum hann í Sosialinum týsdagin eisini varpaði ljós á.
- Tað er skeivt at tosa um stuðul til tónleik, tí í veruleikanum er talan um eina íløgu fyri samfelagið, segði Kristian Blak um ætlanirnar at útvega tónleikinum betri umstøður fyrst og fremst við nýggjum konsert- og venjingarhølum.
Sjónarhornið hjá Kristian Blak er sera áhugavert, og við nýggja áhugafelagnum, har tónleikarar og áhoyrarar nú í skipaðum felagsskapi standa saman, er alsamt meiri trýst á myndugleikunum, sum eisini fáa ítøkiliga ætlan frá MenTón í næstum. Fundurin leygardagin kann sostatt verða ein byrjan á ella yvirgongd í eina kvalitativt nýggja epoku á tónlistarliga økinum, og spennandi verður at síggja, hvat kann spyrjast burturúr MenTón.
Við støði í útsøgnunum hjá Kristiani Blak má fótbólturin vera besta dømi um, hvat kann spyrjast burturúr, um føroysku myndugleikarnir stuðla og vísa vælvilja mótvegis ymsum verkætlanum. Í dag er fótbóltslandsliðið í stóran mun flaggskip føroyinga á mentanarliga økinum, og talan hevur avgjørt verið um íløgur og ikki stuðul, tá stóru fótbóltsverkætlanirnar hava fingið stuðul. T.d. var talan um inntøkur í milliónaupphæddum, tá Týskland vitjaði Føroyar á Tórsvølli seinasta summar. Úrslitið í dag er ein elita millum 45.000 íbúgvar, sum vekir uppmerksemi kring allan heim við frálíkum avrikum.
Eins og við fótbóltinum kann framtíðin á tónlistarliga økinum gerast tann sama, um vælvilji og samarbeiði verður fingið í lag millum myndugleikar, listafólk og áhoyrarar. Áhugin er har, vilji og undirtøka tykjast vera, viðurskiftini eru við MenTón vorðin skipaði, og so er bert at taka seinasta stigi og skapa umstøður fyri menning, so føroyska samfelagið um nøkur ár av sonnum kann siga, at íløgan í tónleik gav úrslit?