Tá eg á kvøldi hin 5. juni 1998 fekk at vita, at besti vinur mín, Eyðun, hevði verið úti fyri einari vanlukku í Keypmannahavn, var tað eins og eitt petti brotnaði av mær sjálvum. Alt tað eg kann minnast [...] í somu stovu í barnagarðinum við Velbastaðvegin, eins og vit 7 ára gamlir gjørdust floksfelagar úti á Venjingarskúlanum. Eftir at fólkaskúlin varð liðugur, hildu vit altíð vinabandið við líka, og tað gingu [...] niðri. At hansara seinasta ferð aftur til Føroya skuldi verða so syrgilig. At eitt mannalív skal fara á so ungum árum tykist vera heilt burtur úr vón og viti. Eitt lív, sum hevði so nógv mál eftir at røkka
aðrari orsøk, slitnaði ringurin í krókinum á krananum - kranabilur var á staðnum, so øll kundu síggja krovið hanga í vektini - so nú lá hesin bulmikli kroppur brádliga á vegnum. Vektin hevði víst 48 kilo, áðrenn [...] varð so gjørd at hyggja eftir vektini á bismaranum av fleiri, men greiða fekst ikki rættiliga á tølunum, tí nakað av rusti hevði lagt seg yvir tey; ein endi mátti fáast á hesum, tí fólk vóru nú komin allastaðni [...] hava mist seyð har um leiðir sum tiltikna skoran er; men tað vísti seg ikki at vera nakað mark á oyrunum á veðrinum, heldur einki annað frámerki av nøkrum slagi, so eigari var eingin, uttan hagaparturin
fipurspreinging. Mannbjørn Nesá kom inn fyri Jákup Eli, og Sámal Erik Hentze (spældi sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin) fór aftur á aftasta mann. Allan setti hol á B68 skuldi nú venja seg við broytingarnar [...] aftur. Men hetta bleiv ikki aktuelt, tí aftan á leiðslumálið fekk HB gott skil á spælið og hevði sítt besta tíðarskeið í dystinum. Teir fingu tamarhald á miðjuni, meðan tað hekk sera illa saman hjá B68 [...] at vinna 3-1 á B68, men høvdu toftamenn brúkt sínar møguleikar, tá teir fingu teir, er tað als ikki vist, at oddaliðið hevði fingið øll stigini. Fróði Benjaminsen, Øssur Jacobsen og Jákup Djurhuus høvdu
Mikkjal Thomassen, sum hevði eitt skot á stongina, men tað sást, at B36-menninir saknaðu leikbannaða John Petersen, og ofta noyddist Jákup á Borg sjálvur aftur á miðvøllin fyri at fáa bóltin. Tvørámenn [...] B36 var greiður favorittur, tá teir leygardagin vóru á Tvøroyri og vitjaðu TB. B36 hevur vunnið allar sínar dystir í seinnu helvt av kappingini, meðan TB hevur verið niðast meginpartin av kappingarárinum [...] Tórálv Poulsen, sum spældi sín fyrsta landskappingardyst í 1. deild, og samstundis kom Rógvi Larsen á vøllin fyri Allan Manai. Broytingarnar vístu seg at vera skilagóðar, og serliga Tomislav Sivic, sum
fingið Jákup Midjord heim úr Danmark, og dysturin var útsettur til sunnudag, tí teir vildu hava U-16 landsliðsmannin Gisla Dánjalsson við. Royn legði harðliga fyri. Væl stýrdir av Eyðsteini Jacobsen á miðvøllinum [...] Gullok Svalbard fyrstur á og smekkaði í kassan úr sjey metrum. Eftir 2-0 málið var tað, sum um hvalbingar høvdu lyndi at taka seg eitt sindur aftur, og so gekk tað nógva fyri seg á teirra hálvu. Tríggjar [...] Hvalbingar noyddust at bíða til sunnudagin, áðrenn teir hesa ferð sóu fótbólt á grasvøllinum. Onkur helt skemtiliga fyri, at hetta var góð tillaging til komandi ár, og tað er framvegis møguleiki fyri,
Klokkan vísti 0.50, tá KÍ hevði lagt seg á odda. Ein langur bóltur varð sendur fram eftir miðásinum, Sørin Petersen í KÍ álopinum kroysti verjuspælaran Jákup Martin Jacobsen, sum ikki hevði fingið við [...] hava teir ongantíð givið skarvin yvir, sjálvt um tað hevur sæð svart út ? ikki minst eftir at teir á heimavølli næstsíðsta leygardag taptu 0-1 móti EB/Streymi ? men eftir sigurin í Klaksvík leygardagin [...] varðveita liðið í næstbestu deildini. Hini úrslitini passaðu væl inn í myndina hjá NSÍ, sum við sigri á B36 í Runavík komandi leygardag hevur møguleika fyri at sleppa av aftasta plássinum og kanska framvið
Hans Fróða Hansen, Jákup á Borg og John Petersen. Tað er neyðugt at fáa nýggjar spælarar fyri hesar, og í staðin fyri ungar havnardreingir er tað sjálvsagt størri nytta í bestu spælarunum á bygd, sum eisini [...] styrktu fuglfirðingar um sína støðu, og nú bendir alt á, at tað verður eitt stríð millum tvørámenn og sumbingar, sum í Gøtu løgdu rygg til størsta tapið á árinum, hvør skal sleppa undan aftasta plássinum og [...] skráin hjá sumbingum er soleiðis, at alt bendir á, at teirra lagna stendur og fellur í, hvussu teir fara at klára seg, tá VB komandi sunnudag kemur suður á Krossin. Í næstsíðsta umfarinum skulu teir í Gundadal
Nøkur listarverk vóru selt fríggjadagin, men verri enn so øll. Fyrireikararnir høvdu fingið Poul Jákup Thomsen, sum til dagliga starvast sum alkoholráðgevi, at verða auktionarius og hesi uppgávuni slapp [...] væl frá. Hóast fitt av fólki var í SMS leygardagin, so høvdu minni enn so øll teirra hug at bjóða upp á listarverkini. Tí gekst heldur striltið at fáa selt øll listarverkini og neyðugt var eisini at niðurleggja [...] vikuni fara fólkini aftanfyri Manila 98 at vitja fyritøkur og handlar kring um landið. Tey fara at heita á virkisleiðslurnar um at stuðla teimum við eini upphædd, sum ger at tey kunnu geva gøtubørnunum í Manila
berandi kreftir. Hjá B36 manglaði liðskiparin og toppskjúttin í 1. deild, Jákup á Borg, sum er til royndarvenjingar í Liverpool, meðan HB manglaði 1. deildarleikaran, Andrew av Fløtum, sum er meiddur. Bert [...] bert eitt mál á muni. Leikararnir hjá HB stríddust nú sum úlvar, og hjá onkrum leikara bleiv tað ov nógv. Rógvi Joensen úr HB gjørdi ein ógvusliga takling á Herbert í Lon Jacobsen hjá B36 á miðjum vølli [...] liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Liðini lógu rættiliga aftarlaga á vøllinum, og tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðvøllinum. Liðini vóru eisini merkt av, at tey bæði tvey manglaðu berandi
Hósdagin 17. september er føðingardagur M. A. Jacobsens og henda dagin á hvørjum ári letur Tórshavnar Býráð Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs. Í ár verða fýra [...] fýra virðislønir handaðar. Handanin er almenn, í nógv ár hevur hátíðarhaldið verið á Býarbókasavninum, men í ár er tað flutt í Sjónleikarhúsið. Sangarar frá Tórshavnar Musikkskúla taka lut, tá ið handanin [...] vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958. Í 1996 samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina og heitið á virðislønini. Í dag eitur hon Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens. Nevndin hevur heimild at lata tríggjar