Kanska hava teir ongantíð givið skarvin yvir, sjálvt um tað hevur sæð svart út ? ikki minst eftir at teir á heimavølli næstsíðsta leygardag taptu 0-1 móti EB/Streymi ? men eftir sigurin í Klaksvík leygardagin hava teir í NSÍ ikki onga orsøk til at trúgva uppá, at tað skal bera til at varðveita liðið í næstbestu deildini.
Hini úrslitini passaðu væl inn í myndina hjá NSÍ, sum við sigri á B36 í Runavík komandi leygardag hevur møguleika fyri at sleppa av aftasta plássinum og kanska framvið tveimum liðum.
Tað sá annars ikki nakað serligt út, tá dysturin í góðveðrinum í Klaksvík bara var ein minutt gamal. Klokkan vísti 0.50, tá KÍ hevði lagt seg á odda. Ein langur bóltur varð sendur fram eftir miðásinum, Sørin Petersen í KÍ álopinum kroysti verjuspælaran Jákup Martin Jacobsen, sum ikki hevði fingið við, at málverjin, Meinhard Poulsen, var á veg fram. Bólturin varð snittaður framvið málverjanum, og so var lætt hjá viðoyinginum at trilla í tóma kassan.
Men NSÍ kom skjótt afturíaftur. Átta minuttir vóru farnir, tá Fróði við Rætt skoraði eitt sera vakurt mál. Dagfinn Olsen legði innfyri úr høgru, Jack Jacobsen snittaði víðari, og so legði málskjúttin seg mest sum vatnrættan, áðrenn hann heilfluktaði niður í málhornið.
Tað var tætt og spennandi, og ikki minst hjá NSÍ gekk spælið væl. Sigursmálið fingu teir, tá 66 minuttir vóru farnir. Gestirnir vóru frammanundan skerdir, tí tveir av verjuspælarunum, Dann Knudsen og Rúni Rasmussen vóru noyddir at fara av vøllinum við skaða, men tað var ein av skiftisspælarunum, sum gjørdist matchvinnari.
Hjørleif Klein hevði bara verið tríggjar minuttir á vøllinum, tá Jack Jacobsen snittaði langt innkast frá Búgva Jacobsen víðari. Hjørleif Klein fylgdi upp, og sendi gomlu bygdarmenninar hjá pápanum nærri botninum í 2. deild.
KÍ flutti fólkið langt fram, og teir høvdu onkrar møguleikar, men tað var heldur ikki sørt í hinum endanum, tá NSÍ kontraði.
Teir í NSÍ frøddust sjálvandi, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, meðan klaksvíkingarnir iðraðu seg um, at teir ikki høvdu megnað javnleik. Men tað skal ganga illa hjá teimum, um teir ikki fara at varðveita liðið í deildini, sjálvt um teir næstu ferð skulu til Sands. Í síðsta umfarinum skal HB til Klaksvíkar.