Tá eg á kvøldi hin 5. juni 1998 fekk at vita, at besti vinur mín, Eyðun, hevði verið úti fyri einari vanlukku í Keypmannahavn, var tað eins og eitt petti brotnaði av mær sjálvum. Alt tað eg kann minnast høvdu vit báðir kent hvønn annan, og altíð høvdu vit verið nógv saman. Ja, gingu í somu stovu í barnagarðinum við Velbastaðvegin, eins og vit 7 ára gamlir gjørdust floksfelagar úti á Venjingarskúlanum. Eftir at fólkaskúlin varð liðugur, hildu vit altíð vinabandið við líka, og tað gingu ongantíð nógvir dagar ímillum, at vit vitjaðu hvønn annan. Tað einasta, ið kundi forða hesum vóru tey tíðarskeiðini, har annar av okkum var uttanlands, men eisini tá hildu vit sambandið við líka.
Soleiðis var eisini hesa ferðina Eyðun var í Danmark. Mikudagin hin 3. juni hevði eg tosað við hann og greitt honum frá, at eg væntandi kom niður at vitja hann í august mánaða. Hann kundi glaður siga mær frá, at hann væntandi kom heim seinast í juli mánaða, og at vit sostatt kundu fylgjast niður aftur í august mánaði. Vit prátaðu síðan saman um politikk, fótbólt og annað, sum hevði okkara áhuga, soleiðis sum vit vóru vanir við. Hvørgin okkara kundi tá vita, at hetta skuldi verða seinasta samrøðan okkara millum.
Nú ein tíð er fráliðin síðani hesa ólukkuligu hending, tykist tað framvegis fullkomiliga óveruligt, at Eyðun er farin. At tað ikki longur er gjørligt at ringja niður, bara fyri at vita, hvussu tað heila gongur har niðri. At hansara seinasta ferð aftur til Føroya skuldi verða so syrgilig.
At eitt mannalív skal fara á so ungum árum tykist vera heilt burtur úr vón og viti. Eitt lív, sum hevði so nógv mál eftir at røkka og so nógv gott at geva øðrum. Eg fari ikki at greiða frá, hvussu Eyðun var sum persónur. Hann var sum hann var, við sínum góðu og ringu síðum, og tíbetur vóru tær góðu síðurnar so nógvar ferðir fleiri. Eitt er vist, og tað er, at vit er nógv, sum fara at sakna Eyðun sum ein vin ella sum ein part av familjuni.
Størsti missurin man tó vera hjá tykkum, Tórfinn, Guðbjørg og Erlu við familju, eins og hjá ommunum báðum, Petru og Ásu. Tit hava mist ein son, beiggja og ommuson og mammubeiggja.
Hjá okkum øllum er tað galdandi, at vit mugu royna at liva víðari við teirri vitan, at vit ongantíð koma at møta Eyðuni aftur. Vit eiga øll at minnast Eyðun sum hann var, og hugsa um allar tær góðu løtur, sum vit hóast alt náddu at hava saman við honum.
Seinasta heilsan mín til Eyðun Hammershaimb Smith verður við hesum latin.
Jákup