Seldu myndir fyri góðar 30 túsund krónur

Leygardagin var uppboðssøla í SMS, sum Manila 98 skipaði fyri og hóast tað ikki vóru so øgiliga nógv fólk, so eydnaðist tað tó at fáa selt listaverk fyri uml. 30 túsund krónur

Fyrrapartin leygardagin var uppboðssøla í SMS.

Tað var tiltakið Manila 98, sum stóð fyri uppboðssøluni og endamálið var sjálvsagt at fáa savna pengar inn til tiltakið.

Fyrireikararnir høvdu verið so hepnir, at teir høvdu fingið listamálarar at geva nøkur listarverk uttan kostnað og tey vóru so seld til hægstbjóðandi.

Nøkur listarverk vóru selt fríggjadagin, men verri enn so øll.

Fyrireikararnir høvdu fingið Poul Jákup Thomsen, sum til dagliga starvast sum alkoholráðgevi, at verða auktionarius og hesi uppgávuni slapp hann væl frá.

Hóast fitt av fólki var í SMS leygardagin, so høvdu minni enn so øll teirra hug at bjóða upp á listarverkini.

Tí gekst heldur striltið at fáa selt øll listarverkini og neyðugt var eisini at niðurleggja uppboðssøluna eina stund, til fleiri fólk komu í SMS.

Men hóast tað, so eydnaðist tað fyrireikarunum at fáa selt listarverk fyri góðar 30 túsund krónur og tað eru tey nøgd við.


Vitja virkir

Nú er ikki so long tíð eftir til ferðalagtið hjá Manila 98 skal avstað.

Tað hevur higartil eydnast rættiliga væl at fáa pengar til tiltakið, men fyrireikararnir fara at skipa fyri einum síðsta tiltakið fyri at fáa enn fleiri pengar at arbeiða við.

Í hesi vikuni fara fólkini aftanfyri Manila 98 at vitja fyritøkur og handlar kring um landið.

Tey fara at heita á virkisleiðslurnar um at stuðla teimum við eini upphædd, sum ger at tey kunnu geva gøtubørnunum í Manila enn størri stuðul.