Hósdagin 17. september er føðingardagur M. A. Jacobsens og henda dagin á hvørjum ári letur Tórshavnar Býráð Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs. Í ár verða fýra virðislønir handaðar.
Handanin er almenn, í nógv ár hevur hátíðarhaldið verið á Býarbókasavninum, men í ár er tað flutt í Sjónleikarhúsið. Sangarar frá Tórshavnar Musikkskúla taka lut, tá ið handanin fer fram.
Bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958. Í 1996 samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina og heitið á virðislønini. Í dag eitur hon Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens.
Nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentunaravrik. Við mentunaravrik verður hugsað um fólk, sum hava avrikað nógv fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur heimild at gera av ikki at lata onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Í ár verða tvær latnar.
Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru fimm limir. Tórshavnar býráð hevur sett Egon Hansen, Jákup Jacobsen og Beintu Nattestad í nevndina, Rithøvundafelagið hevur sett Gunnar Hoydal og Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Eyðun Andreassen. Býarbókavørðurin Anna M. Brimnes er skrivari í nevndini.
Barnabókin
Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs vórðu fyrstu ferð handaðar í 1976. Sambært reglugerðini ber til at lata í mesta lagi tvær virðislønir. Í ár verða tvær latnar.
Í nevndini fyri barnabókaheiðurslønirnar er formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs fastur limur, tað er Kaj Leo Johannesen. Ein barnabókavørður er fastur limur og skrivari í nevndini, tað er Malan Jacobsen. Tórshavnar býráð hevur sett Heðin Mortensen og Poulinu Slættanes í nevndina. Felagslærararáðið hevur sett Høgna Joensen.
Í fjør fekk Sjónleikarbólkurin Gríma Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri barnaleikir seinastu 20 árini. Í grundgevingini hjá nevndini varð m.a. sagt, at "hóast umstøðurnar ikki hava verið góðar, hevur Gríma uttan íhald spælt fjølbroyttar barnaleikir, bæði upprunaligar og týddar, ið hava heft seg í medvitið hjá áskoðarunum. Sjónligt er, at dentur hevur verið lagdur á ta leiklistaligu pallmyndina umframt at Gríma hevur fingið gott samspæl í lag við børnini".