B36 var greiður favorittur, tá teir leygardagin vóru á Tvøroyri og vitjaðu TB. B36 hevur vunnið allar sínar dystir í seinnu helvt av kappingini, meðan TB hevur verið niðast meginpartin av kappingarárinum. Ein glotti hjá tvørámonnum var kortini, at teir vunnu í Fuglafirði og sluppu av jumbo-plássinum, sum flutti til Sumbiar.
TB-liðið var eisini varið í útgangsstøðuni. Sasha Radosavljevic var einsamallur áleypari, og tað sást rættiliga skjótt, at tvørámenn góvu B36 initiativið og vónaðu at fáa okkurt burtur úr kontramøguleikunum.
B36 byrjaði við eini 4-4-2 uppstilling, sum millum annað HB hevur havt góðar royndir av í ár. Havnarliðið hevði eisini bóltin mest í fyrra hálvleiki, men tað var torført at koma ígjøgnum væl mannaða TB-defensivin. Nærmast við í fyrra hálvleiki var Mikkjal Thomassen, sum hevði eitt skot á stongina, men tað sást, at B36-menninir saknaðu leikbannaða John Petersen, og ofta noyddist Jákup á Borg sjálvur aftur á miðvøllin fyri at fáa bóltin. Tvørámenn høvdu eisini onkran góðan møguleika, men teir vóru ikki nóg kaldir, og einki kom burturúr. Sum heild hevði fyrri hálvleikur ikki nógv at bjóða áskoðarunum. Hann endaði 0-0, og tað var eisini í lagi.
Sivic gjørdi munin
Í hálvleikinum valdi B36-venjarin Tomislav Sivic at seta seg sjálvan inn í álopið fyri Tórálv Poulsen, sum spældi sín fyrsta landskappingardyst í 1. deild, og samstundis kom Rógvi Larsen á vøllin fyri Allan Manai.
Broytingarnar vístu seg at vera skilagóðar, og serliga Tomislav Sivic, sum hevur verið í góðum spælihýri, síðani hann kom aftur eftir drúgt leikbann, voldi TB-monnunum trupulleikar. Fyrstu tjúgu minuttirnar av seinna hálvleiki fekk B36 trý mál, og tað avgjørdi dystin.
Seinni hálvleikur var góðar fimm minuttir gamal, tá Pól F. Joensen og Jón Tórður Holm mistu í uppspælinum. Mikkjal Thomassen, sum hevði ein góðan dag, serliga í fyrra hálvleiki, kom ímillum og fann beinanvegin venjaran hjá sær, sum einsamallur við Rolf legði gestirnar á odda.
Trý mál innan
eitt korter
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki hevur í ár ofta verið »kritiska punktið« hjá TB, og tað vísti tað seg eisini at vera hesaferð. Stutt eftir leiðslumálið stútaði Jens Kristian Hansen hornaspark frá Arnbjørn Danielsen í kassan, og so var 2-0. Og tá so Sivic nakað seinni spældi Jens Kristian leysan í vinstru síðu, so hesin kundi skora sítt næsta og tað triðja hjá B36, var alt avgjørt.
Á Tvøroyri leygardagin var tað annars týðiligt at síggja, at orkan hjá oddaliðunum er nógv størri enn hjá botnliðunum, sum eisini fara heilt niður við flagginum, tá tað fer at ganga illa. TB hevði lítið og einki at bjóða upp á seinnu 45 minuttirnar, har teir ikki komu veruliga í gongd, fyrr enn B36 hevði gjørt trý mál.
Við tað at ÍF fekk eitt stig í Runavík, sær tað út til, at TB og Sumba fara at stríðast um, hvør skal beinleiðis niður, og hvør sleppur at royna seg móti LÍF ella Royn í tveimum upp- og niðurflytingardystum. Í løtuni liggur TB eitt sindur betur fyri enn sumbingar, tí teir hava nakað betri málmun, og tað kann vísa seg at gerast altavgerandi um tríggjar vikur, tá seinastu dystirnir eru spældir.
Sivic og hinir eru framvegis nummar tvey og hava nú vunnið seks dystir á rað. Men teir megna ikki at verja føroyameistaraheitið ? tað varð tapt í fyrru helvt av kappingini.