Gysari í Gundadali

Fótbóltur: Heilt nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Gundadal mánakvøldið, tá ið unglingaliðini hjá B36 og HB spældu um pláss í finaluni hjá unglingunum. Dysturin gjørdist ein sannur gysari, sum eftir brotssparkskapping endaði við einum 10-9 sigri til HB

Seinastu mongu árini hava dystirnir millum 1. deildarliðini hjá havnarfeløgunum báðum verið roknaðir sum »klassikarar« í føroyskum fótbólti. Tað eru tó ikki bert bestu liðini hjá hesum báðum feløgunum, sum kunnu fáa nervarnar hjá viðhaldsfólkunum upp at kóka.

Unglingaliðini hjá B36 og HB høvdu mánakvøldið í farnu viku spælt fyrru hálvfinaluna, sum endaði við javnleiki 1-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadali fyrrakvøldið, tá ið farið var undir seinnu hálvfinaluna.


Byrjaðu varisliga

Frá fyrsta bríksli av sást, at bæði liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Liðini lógu rættiliga aftarlaga á vøllinum, og tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðvøllinum.

Liðini vóru eisini merkt av, at tey bæði tvey manglaðu berandi kreftir. Hjá B36 manglaði liðskiparin og toppskjúttin í 1. deild, Jákup á Borg, sum er til royndarvenjingar í Liverpool, meðan HB manglaði 1. deildarleikaran, Andrew av Fløtum, sum er meiddur.

Bert tað eina málið kom í fyrra hálvleiki, og tað var B36, sum fekk tað, tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin. Eitt B36-álop í høgru síðu endaði við, at ein HB-verjuleikari jarðlegði mótstøðumann, og dómarin dømdi fríspark. Tað var rættiliga ótrúligt, at HB-leikarin ikki fekk ávaring fyri hendingina.

Frísparkið sendi liðskiparin hjá B36, Áki Mørk, væl inn fyri, har B36-arnir vóru fimm móti trimum HB-arum, og Bárður Olsen var hægstur og stútaði bóltin hegnisliga í handara síðunet, og so var 1-0.

Bert tveir minuttir seinni fekk HB eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin hjá B36, men frísparkið hjá HB-liðskiparanum, Eyðuni Højgaard, brast í tvørstongina og út.


Hendingarríkur

seinni hálvleikur

Tað vóru ikki leiktir nógvir minuttir av seinna hálvleiki, tá ið B36 økti um leiðsluna.

Eitt innlegg úr høgru síðu, var snittað víðari inn í fimm-meturin hjá HB, og har var Hallur Johannesen fyrstur á bóltinum og prikaði hann inn um málstrikuna.

HB mundi minkað um munin løtu seinni, tá ið málverjin hjá B36, Tróndur Vatnhamar, var farin á eina lítla útferð, men royndin hjá Eyðuni Højgaard fór í stongina og trillaði síðani eftir málstrikuni, áðrenn ein verjuleikari hjá B36 fekk sparkað burtur.

Í staðin var tað B36, sum kom upp á 3-0. Hetta hendi, tá ið umleið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Eitt B36-álop í vinstru síðu endaði við einum innleggi, og við handara stólpa kom Steingrím Funding skreiðandi og langaði bóltin í meskarnar. Eitt sera gott mál.


Vildu ikki gevast

Nú hildu tey flestu, at dysturin var avgjørdur, men tað gjørdu leikararnir hjá HB ikki. Teir høvdu allan dystin spælt upp við favorittarnar úr grannafelagnum, men teir svørt/hvítu høvdu víst seg meiri avgjørdar, tá ið teir komu til málmøguleikar.

Seinni hálvleikur var um hálvrunnin, tá ið HB fekk eitt brotsspark, tí at B36-leikari hevði nýtt hondina í egnum brotsteigi. Eyðun Højgaard setti brotsparkið trygt í netið, og HB-arnir fingu blóð upp á tonna.

Ikki gekk rúm tíð, so fekk HB enn eitt mál. Eitt innlegg úr vinstra horni endaði hjá Bárði Mortanssyni, sum var staddur áraka brotsteigarmarkið, og hann hálvflúktaði bóltin inn undir Trónd Vatnhamar og í málið, og so var brádliga bert eitt mál á muni.

Leikararnir hjá HB stríddust nú sum úlvar, og hjá onkrum leikara bleiv tað ov nógv. Rógvi Joensen úr HB gjørdi ein ógvusliga takling á Herbert í Lon Jacobsen hjá B36 á miðjum vølli, og dómarin valdi púra rætt at geva HB-aranum reyða kortið.

Hetta fekk tó ikki teir reyð/svørtu at fella í fátt. Tá ið 10 minuttir vóru eftir at leika, sendi høgri bakkur hjá HB, Kristian Andersen, eitt væla innlegg inn í brotsteigin, og B36-málverjin fór púra skeivur av bóltinum, sum í staðin endaði hjá Pæturi Dahl, sum hevði lætt við at stúta bóltin í einum boga upp um vinir og fíggindar og í eitt tómt mál. Rómurin hjá bæði leikarum og viðhaldsfólkum hjá HB var óførur, meðan B36-arnir stóðu, sum høvdu teir fingið vátan vøttin.


Umdystur

Einki mál kom aftrat í vanligu leiktíðini, og tískil var neyðugt við umdysti.

Hóast B36 hevði greiða leikliga yvirvág í umdystinum, so eydnaðist tað teimum kortini ikki at fáa mál, hóast teir onkuntíð vóru sera nær við. Tað einu ferðina fekk ein verjuleikari hjá HB bjargað á sjálvari málstrikuni.

Eftir 120 minuttir av leiktíð stóð framvegis á jøvnum 3-3, og so var neyðugt at fara undir brotssparkskapping.

Venjararnir hjá liðunum báðum valdu sær fimm leikarar hvør at skjóta brotssparkini. Allir hesir tíggju leikararnir fingu sett síni skot í málið, og tískil var neyðugt við enn fleiri brotsspørkum, til ein vinnari var funnin. Teir báðir næstu leikararnir hjá liðunum skoraðu eisini trygt, og tískil var farið undir skjútta nummar sjey.

HB skeyt fyrst í brotssparkskappingini, og sjeyndi skjúttin hjá HB skeyt bóltin við síðuna av málinum. Tískil kundi sjeyndi skjúttin hjá B36 avgera dystin, um hann fekk bóltin í mál, men so var ikki. HB-málverjin, Kristin Jensen fekk bjargað royndini, og so var farið undir áttanda umfar av brotssparkskappingini. Fyrst skoraði Hans Andreas Dahl (Hassi) trygt fyri HB, og so lá alt trýstið á skjúttanum hjá B36. Skotið hjá B36-leikaranum var veikt og fór við síðuna av málinum, og HB hevði ognað sær eitt óvæntað pláss í finaluni í unglingadeildini eftir eina sera dramatiska hálvfinalu ímóti grannunum.