grundlógini. Og í viðgerðini í dag, hava bæði Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, tingmenn fyri Fólkaflokkin, og Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, boðað frá, at teir eru samdir í hesum. Í hesum sambandi [...] i, at deyðshjálp skal verða bannað í Føroyum. – Tað eru lond í Evropa, sum fara rættiliga langt fyri at veita fólki virkna deyðshjálp og tað er, í minsta lagi, óvirðiligt, heldur Bill Justinussen, løg [...] Í eini føroyskari grundlóg, skal tað verða staðfest, at hjúnabandið er ímillum mann og konu. Tað halda bæði løgtingslimirnir fyri Miðflokkin og onnur í Løgtinginum, eitt nú Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður
Í samband við skeið í vøggusangi í Hoyvíkar kirkju komandi vikuskifti fara tey bæði Peter og Betty Arendt at hava matiné í Havnar kirkju leygardagin. Peter Arendt virkar sum urguleikari á Haslev [...] skeiðum í nógvum ymiskum londum. Afturat hesum eru tey bæði virkin innan klassiska tónleikin í Danmark. Peter hevur millum annað stovnað De Danske Baroksolister og Betty syngur í pro [...] Haslev kirkju og Betty er sangari og kórleiðari sama stað. Tey hava havt nógvar konsertir bæði í Europa, Suðuramerika og Afrika. Fyri ein part tí tey hava fingist við tað sum kallað verður »Ver
hava tapt valið, at hann í loydnum setti seg í samband við kinesiska verjumálaráðharran. Samrøðan skuldi vissa Kina um, at USA ikki vildi fara í kríggj. Milley segði sjálvur í dag, at telefonsamrøða hasara [...] Trump eftir øllum at døma í loydnum møguleikan at geva boð um kjarnorkuálop ella at seta hernaðartiltøk í verk sínar síðstu dagar í Hvítu Húsunum. Tað skrivar tann kendi journalisturin Bob Woodward og [...] Zoucheng general var í tráð við arbeiði hjá sær sum verjuovasti. Sambært bókini var Millley so skelkaður av álopinum á Kongressina í januar, at hann kallaði inn til loyniligan fund í Verjumálaráðnum. Her
skrivar Fíggjarmálaráðið. Men formaðurin í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, er ikki álvuligur við støðuna. Hann segði við útvarpið, at ávaringarklokkurinar eiga at ringja í Tinganesi, tí hallið næsta ár er tekin [...] havt viðgognd fíggjarliga í fleiri ár. At arbeiðsloysi hevur verið lágt. Alt ábendingar, sum áttu fingið tey stýrandi at gjørt seg til reiðar til mótgongd. Fróði Magnussen vísti í útvarpinum á, at útreiðslurnar [...] enn 10 ára gomul, so hava politikarar ikki megnað at sett sær nakað mark fyri, hvussu nógv úteiðslurnar á fíggjarlógini kunnu vaksa. Men í morgin fer Løgtingið so undir 1. viðgerð av uppskotið til samtyktar
metur høgur. Seinastu tíðina hevur hann spælt í næstbestu deildini í Serbia. Mest hevur hann spælt í bestu deildini í Lettlandi, har hann hevur skorað 24 mál í 154 dystum, skrivar bolt.fo. TB hevur eisini [...] av sætta spælaranum í summar. Tað er 18 ára gamli Karim El Khatib. Hann er álopsspælari, sum hevur royndir úr donskum ungdómsfótbólti. TB skrivaði í gjár undir við Filip Djrodjevic. Í Trongisvági hava tey [...] Sascha Schmalz, sum er vongur. Hann hevur sambært bolt.fo spælt í lægri deildunum í Týsklandi. Triðja tilgongd er Ibrahim Moro. Hann skifti til HB í fyrra flytingarvindeyganum, men tað eydnaðist ikki honum at
Suðuroyingar, ið hava áhuga í whisky, mugu seta ein kross í kalendaran leygarkvøldið 28/9. Í skjótt nøkur ár hevur áhugafelagið SuðWhisk virkað sum ein bólkur á Facebook. Nú gera persónarnir handan bólkin [...] bólkin álvara av og kalla inn til stovnandi aðalfund. Aðalfundurin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági leygarkvøldið 28/9 kl. 19:00. Umframt tann formella partin, ið er at góðkenna viðtøkur felagsins og at velja [...] spennandi matløtu, har ymisku rættirnir verða settir upp í móti góðum whisky av ymiskum slag. Fyrireikararnir hava fingið fólk, ið hava serliga stóran áhuga í whisky, at greiða frá teimum ymisku sløgunum, ið smakkað
oljuvirksemi uttan fyri mark. Eitt nú á oljufelti í Norðsjónum, sum føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er partur av. Tað hevur verið klárt at taka oljuna upp frá Chestnufeltinum í eina tíð. Atlantic Petroleum [...] Rotterdam 8. mars 2007. Hon var frammi í Rotterdam á Keppel Verolme skipasmiðuni 14. mars. Har hevur hon verið útgjørd síðani. Nevndin í Atlantic Petroleum var í Amsterdam 26. september og fekk eina gjølla [...] fyrsta oljan fer at renna. Fleiri túsund føroyingar og útlendingar hava partabrøv í felagnum, sum eisini er við í oljumenningini í írska havinum eins og á føroyska landgrunninum.
- Tað er ikki rætt at gera undirsjóvartunnil í Sandoy nú. Annita á Fríðriksmørk dregur somu línu sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í spurninginum um undirsjóvartunnil. - Vit hava akkurát brúkt hundraðtals [...] hava útjaðarapolitikk, men tað skal vera eitt mark og tað má ikki ganga útyvir alneyðugar íløgur í onnur málsøki. Men merkir hetta, at kemur Tjóðveldisflokkurin í samgongu eftir næsta løgtingsval um eitt hálvt [...] milliónir til ferjulegur og nýggja ferju og eg haldi, at tað er rætt, at vit gagnnýta tær íløgurnar í nøkur ár, áðrenn vit fara at hugsa um at brúka eina lítla milliard afturat upp á Sandoynna, bara tí
koyringina á odda, bert í løtum, tá hann hevði verið í pitt og onkur annar ikki hevði verið inni enn, lógu onnur á odda. Ferrari liðfelagin Kimi Räikkönen var alla koyrigina beint í hølunum á honum, men megnaði [...] Hitin var øgiligur í Turkalandi við upp móti 40 hitastigum, tílíkur hiti plagar at gera, at nógvir bilar ganga fyri, men í dag steðgaðu einans tveir av teimum 22 bilunum. Adrian Sutil og Mark Webber.Við fimm [...] Oddafiskurin í heimsmeistarakappingini Lewis Hamilton í McLaren Mercedes lá á einum rættiliga tryggum triðja plássi, inntil hann punkteraði og hetta kostaði honum dýrt, hann fór afturum bæði Heidfeld í BMW, og
Ferðaráðnum verður sagt, at í løtuni eru 9 kunningarstovur ella støð í landinum. Ein í Klaksvík, 2 í Eysturoynni 2 í Havn, 1 á Tvøroyri. Í Vágum er kunningardiskur á flogvøllinum og í Nólsoy og á Sandi eru solallað [...] ikki nógvastaðni í landinum, at ferðandi hava so góðar umstøður, sum nú eru í Vági í nýggju hølunum hjá Matmøðrafelagnum. Felagið hevur eisini ætlanir um at hava vallaraheim í Felagshúsinum í summar. Hetta [...] kunningarstovur verða í Suðuroynni, tí upphæddin til Suðuroynna hækkar neyvan, um tað er ein ella tvær kuningarstovur í oynni. Í løtuni er upphæddin millum hægsta og minsta mark ella um 85.000 krónur.