Fosturtøka og deyðshjálp skal í føroysku grundlógina

Í eini føroyskari grundlóg, skal tað verða staðfest, at hjúnabandið er ímillum mann og konu. Tað halda bæði løgtingslimirnir fyri Miðflokkin og onnur í Løgtinginum, eitt nú Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Í dag viðger Løgtingið uppskotið til eina føroyska stjórnarskipan og tað hevur kloyvt Løgtingið í tvey, tí øll andstøðan er ímóti ætlanini, soleiðis sum hon nú fyriliggur.

 

Men grundgevingarnar fyri at vera ímóti uppskotinum, eru eitt sindur ymiskar. Og ikki minst gera tinglimir vart við seg, sum annars eru serliga ídnir at taka lut í orðaskiftinum, tá ið mál, ið vanliga verða nevnt etisk mál, eru til viðgerðar.

 

Eitt nú krevur Miðflokkurin, at tað skal beinleiðis standa í stjórnarskipanini, at fosturtøka skal bannast.

 

Tað er eitt ófrávíkiligt krav fyri at taka undir við grundlógini. Og í viðgerðini í dag, hava bæði Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, tingmenn fyri Fólkaflokkin, og Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, boðað frá, at teir eru samdir í hesum.

 

Í hesum sambandi vil Jógvan á Lakjuni eisini hava stjórnarskipanina at staðfesta, at mark skal vera fyri, hvørjar fosturkanningar kunnu verða gjørdar við tí endamáli at finna útav, um fostrið ber brek - ella við tí endamálið at gen-broyta fostrið at geva tí aðrar eginleikar, enn tað hevur frá náttúrunar hond

 

Jógvan á Lakjuni førir somuleiðis fram, at tað skal standa í stjórnarskipanini, at hjúnabandið kann bara vera ímillum ein mann og eina konu.

 

Og Miðflokkurin og Jógvan á Lakjuni seta eisini tað kravið fram, at tað skal standa í stjórnarskipanini, at deyðshjálp skal verða bannað í Føroyum.

 

– Tað eru lond í Evropa, sum fara rættiliga langt fyri at veita fólki virkna deyðshjálp og tað er, í minsta lagi, óvirðiligt, heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.