Kunningarstova í sunnaru helvt

Á fundinum mikudagin samtykti Vágs Býráð einmælt, at farast skal undir at kanna, um møguligleiki er hjá Vágs Matmøðrafelag at átaka sær at reka kunningarstovu.

Matmøðrafelagið og kommunan hava áður tosað saman um hetta. Men fyri at fáa vælkenda bókstavin "i" á bygningin, ið sigur ferðandi frá, at her fæst leiðbeining, skal hetta góðkennast.

Soleiðis kann nú roknast við, at 2 kunningarstovur verða í Suðuroynni. Ein er á Tvøroyri frammanundan. Kunningarstovan í Vági fær so væntandi eisini helvtina av veitingini, ið fer til at reka kunningarstovu í Suðuroynni.

Fyri lítlum ári síðani bygdi Vágs Matmøðrafelag nýggj og stásilig handilshøli, Heimavirkið, har eisini kaffistova er.

Í kjallaranum er møguleiki hjá ferðandi at at gera neyðsynjarørindi. Har er WC og brúsa og til ber eisini at vaska sær klæðini og turka tey. Eisini er lítil køkur, so ein kann fáa sær ein bita, meðan ein bíðar eftir maskinuni. Eisini er mynttelefon.

Tað er óivað ikki nógvastaðni í landinum, at ferðandi hava so góðar umstøður, sum nú eru í Vági í nýggju hølunum hjá Matmøðrafelagnum. Felagið hevur eisini ætlanir um at hava vallaraheim í Felagshúsinum í summar. Hetta eru stór hús við nóg mikið av plássi.


Upphæddin hækkar ikki

Av Ferðaráðnum verður sagt, at í løtuni eru 9 kunningarstovur ella støð í landinum. Ein í Klaksvík, 2 í Eysturoynni 2 í Havn, 1 á Tvøroyri. Í Vágum er kunningardiskur á flogvøllinum og í Nólsoy og á Sandi eru solallað kunningarstøð.

Peningur verður býttur eftir fólkatalinum, men ein minimum upphædd er uppá 50.000 krónur og ein hægstaupphædd uppá 110.000 krónur. Í Vágum til dømis høvdu tey eftir fólkatalinum fingið um 35.000 krónur, men fáa minstu upphæddina.

Í Eysturoynni er eitt felag aftanfyri báðar kunningarstovurnar. Hetta sigur Ferðaráðið eisini hevði verið ynskiligt, um tað verður so, at tvær kunningarstovur verða í Suðuroynni, tí upphæddin til Suðuroynna hækkar neyvan, um tað er ein ella tvær kuningarstovur í oynni. Í løtuni er upphæddin millum hægsta og minsta mark ella um 85.000 krónur.