Nærkast føroyskari oljuframleiðslu í Norðsjónum

Nevndin í Atlantic Petroleum hevur just vitjað Sevan Hummingbird pallin, sum skal fáa oljuna upp á Chestnut leiðini í Norðsjónum seinni í ár.

Um somu tíð sum gjørt verður klárt at fara undir at bora sætta brunnin á føroyska landgrunninum er eisini nógv føroyskt oljuvirksemi uttan fyri mark. Eitt nú á oljufelti í Norðsjónum, sum føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er partur av.

 

Tað hevur verið klárt at taka oljuna upp frá Chestnufeltinum í eina tíð. Atlantic Petroleum eigur 15% í Chestnut. Oljufelagið Venture er operatørur. og tann tøkniliga loysnin, sum vald er, er ein stór boya við allari neyðugari útgerð, sum tekur 300.000 tunnur av olju, ið verða pumpaðar upp frá pumpum, sum standa á botninum á Chestnut feltinum.

 

Tað er norska felagið Sevan, sum hevur ment hesa spennandi og øðrvísi loysn, sum er sera nýskapandi og tøkniliga og fíggjarliga dygg sigur AP í tíðindskrivi. Fyrsta boya av hesum slag varð togað til Brasilia til brasilska oljufelagið Petrobras í summar, og verður royndarkoyrd nú. Samtakið Venture, Bow Valley og Atlantic Petroleum fáa tann næsta pallin av hesum slag í næsta mánað. Sambært Sevan eru 4 boyur afturat umbidnar.

 

Sjálv boyan er smíðað á Yantai Raffles skipasmiðjuni í Kina og fór umborð á einum flutningsskipi úr Kina til Rotterdam 8. mars 2007. Hon var frammi í Rotterdam á Keppel Verolme skipasmiðuni 14. mars. Har hevur hon verið útgjørd síðani.

Nevndin í Atlantic Petroleum var í Amsterdam 26. september og fekk eina gjølla gjøgnumgongd av øllum pallinum, og fekk vissu fyri, at arbeiðið hevur gingið eftir ætlan, og at 91 % av øllum arbeiðinum er gjørt.

 

Væntandi verður boyupallurin á Chestnut feltinum í næsta mánað og tá allar royndir eru lidnar fer fyrsta oljan hjá Atlantic Petroleum at renna. Tað verður eitt stórt stig fyri Atlantic Petroleum, tá fyrsta oljan fer at renna. Fleiri túsund føroyingar og útlendingar hava partabrøv í felagnum, sum eisini er við í oljumenningini í írska havinum eins og á føroyska landgrunninum.