Stovna whiskyfelag í Suðuroynni

Frammanundan kenna føroyingar felagið Einmælt. Nú ætla suðuroyingar at stovna egið whiskyfelag.

Suðuroyingar, ið hava áhuga í whisky, mugu seta ein kross í kalendaran leygarkvøldið 28/9.

 

 

 

Í skjótt nøkur ár hevur áhugafelagið SuðWhisk virkað sum ein bólkur á Facebook. Nú gera persónarnir handan bólkin álvara av og kalla inn til stovnandi aðalfund. Aðalfundurin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági leygarkvøldið 28/9 kl. 19:00.

Umframt tann formella partin, ið er at góðkenna viðtøkur felagsins og at velja nevnd, verður eitt spennandi mattema á skránni. Ikki er vanligt at seta whisky í samband við mat, men sambært Marinu Helenu Hentze ber tað væl til. Hon fer at greiða eitt sindur frá um fyribrigdið, og síðan fara aðalfundarluttakararnir at smakka ymiskar rættir, ið Marin Helena hevur sett saman. Uttan at avdúka ov nógv, so verður m.a. royktur laksur og hýsa á skránni. Eisini hevur Marin Helena sett okkurt serføroyskt saman – tískil er lagt upp til eina spennandi matløtu, har ymisku rættirnir verða settir upp í móti góðum whisky av ymiskum slag. Fyrireikararnir hava fingið fólk, ið hava serliga stóran áhuga í whisky, at greiða frá teimum ymisku sløgunum, ið smakkað verða. Aðalfundurin og mattemakvøldið hjá SuðWhisk endar uml. 22:30.

Luttøkugjaldið er kr. 500,-. Íroknað er limagjaldið fyri 2013, kr. 200,00 og eisini eitt LIVE tónleikatiltak beint aftaná, har Ólavur á Váli og Henning Nicodemussen framføra.

Tey, ið manna fyrireikingarbólkin eru Martin S. Eidesgaard, Poul Midjord Dam, Marin Helena Hentze og Otto Gram. Tilmelding hjá Martin á telefon 211271 (martins@skulin.fo) ella hjá Poul á telefon 212186 (pmdam@e-mail.fo). Kr. 500,- skulu flytast á konto 9870-993.394.9 í seinasta lagi 25.september, ið er evsta mark.

Facebookbólkurin hjá SuðWhisk:

https://www.facebook.com/groups/127795327275864/