Fyrireika hall á fíggjarlóg í bestu tíðum

Hóast vit hava bestu tíðir í Føroyum, so fyrireikar landsstýrið eina fíggjarlóg við stórum halli næsta ár

Í morgin skal Løgtingið viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarkarmar. Men tað sær einki serligt út, tí næstu árini verður hall á fíggjarlógini.

Framskrivingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at hall verður á fíggjarlógini næsta ár upp á slakar 100 milliónir krónur. 

Og tá er tað við eini ætlan hjá landsstýrinum at gera átøk fyri 30 milliónir í fíggjarlógini fyri næsta ár soleiðis, at úrslitið kemur niður á eitt hall upp á 92,5 milliónir krónur.

–  Um átøk fyri 30 mió. kr. verða framd stigvíst hvørt árið fram til 2027, verður javnvág og vaksandi avlop frá 2025 og frameftir, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Men formaðurin í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, er ikki álvuligur við støðuna. Hann segði við útvarpið, at ávaringarklokkurinar eiga at ringja í Tinganesi, tí hallið næsta ár er tekin um eina skeiklaða javnvág, segði hann.

Hann vísti á, at vit hava havt viðgognd fíggjarliga í fleiri ár. At arbeiðsloysi hevur verið lágt. Alt ábendingar, sum áttu fingið tey stýrandi at gjørt seg til reiðar til mótgongd.

Fróði Magnussen vísti í útvarpinum á, at útreiðslurnar hjá landskassanum spola avstað, tær vaksa 450 milliónir krónur um árið, sum hann heldur vera alt ov mikið, tí inntøkurnar klára ikki at fylgja við.

Hann vísir á, at tað nyttar einki at tosa um at finna 200 milliónir eyka til fíggjarlógina – tí tað ger ongan mun, tá útreiðsluvøksturin er so stórur.

Hann heldur, at vit skulu hava eitt lógarverk, sum bindur politisku leiðsluna til nakrar meginreglur, so útreiðslurnar ikki kunnu vaksa meira enn eitt vist.

Hóast lógin um fíggjarkarmar er meira enn 10 ára gomul, so hava politikarar ikki megnað at sett sær nakað mark fyri, hvussu nógv úteiðslurnar á fíggjarlógini kunnu vaksa.

Men í morgin fer Løgtingið so undir 1. viðgerð av uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar á løgingsfíggjarlógini fyri 2023, sum sambært uppskotinum hevur hall upp á slakar 100 milliónir krónur.