Tað eru Krabbameinsfelagið og Berin, sum hava fingið loyvi frá danska Kræftens Bekæmpelse at brúka teirra undirvísingartilfar í Føroyum, og Nám hevur týtt tilfarið til føroyskt.
Krabbameinsfelagið skriar, at nógv børn, sum syrgja, kenna seg einsamøll og uppliva, at javnaldrarnir og floksfelagarnir hava trupult við at skilja tey. Endamálið við undirvísingartilfarinum Lær um sorg er, at eingi børn skulu vera einsamøll við sorgini. Børn og ung skulu tí læra um sorg í skúlanum og um, hvussu tey kunnu stuðla og vera góðir vinir hjá einum floksfelaga ella vini, sum syrgir.
Talan er um rúgvismikið og forvitnisligt tilfar, sum millum annað fevnir um: ítøkiligar uppgávur til ymisku aldursbólkarnar, uppskot um floksprát og spurningar, filmar og nógv góð dømir um, hvat sorg er. Ígjøgnum rørslur, tekningar, samrøður og annað læra næmingarnar bæði at vísa, skilja og seta orð á ymiskar kenslur. Eisini lærararnir fáa vegleiðingar og arbeiðsætlanir, so tey eru so væl ílatin og fyrireikað til uppgávuna sum til ber.
Samstarvið millum Krabbameinsfelagið, Beran og Nám hevur riggað einastandandi væl. Tilfarið er nú liðugt og er lagt á snar.fo
Allir partar í samstarvinum eru á einum máli um, at hetta er stórt framstig í arbeiðinum við sorg. Tað fer heilt víst at hjálpa børnum og ungum, sum syrgja, og eisini øllum rundan um tey at skilja og handfara sorg betur.