Ábyrgdarleyst at gera undirsjóvartunil í Sandoy

- Vit hava brúkt hundraðtals milliónir upp á Sandoy og tað er rætt at gagnnýta tær, áðrenn undirsjóvartunnil verður gjørdur, heldur Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur

- Tað er ikki rætt at gera undirsjóvartunnil í Sandoy nú.

Annita á Fríðriksmørk dregur somu línu sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í spurninginum um undirsjóvartunnil.

- Vit hava akkurát brúkt hundraðtals milliónir til ferjulegur og nýggja ferju og eg haldi, at tað er rætt, at vit gagnnýta tær íløgurnar í nøkur ár, áðrenn vit fara at hugsa um at brúka eina lítla milliard afturat upp á Sandoynna, bara tí, at eitt nýtt hugskot er fostrað um ein tunnil.

- Tí tekur hon fult undir við, at aðrar íløgur í gransking, eldrarøkt, heilsuverk, skúlaverk og gransking, verða raðfestar hægri.

- Á nógvum av hesum økjum er støðan heilt vanlukkulig og tí eigur Sandoyartunnilin avgjørt at fara aftur um. Hann fer at binda nógvar pengar í fleiri ár og fer sostatt at taka pening frá øðrum alneyðugum íløgum og tað eiga vit hvørki at hava ráð, ella samvitsku til.

Sjálvandi skulu vit hava útjaðarapolitikk, men tað skal vera eitt mark og tað má ikki ganga útyvir alneyðugar íløgur í onnur málsøki.

Men merkir hetta, at kemur Tjóðveldisflokkurin í samgongu eftir næsta løgtingsval um eitt hálvt ár, so verður Sandoyartunnilin útsettur?

- Tað veit eg ikki um eg fái heimild til at forða fyri, men hann eigur avgjørt at fara langt afturum. Serliga tí at ferðasambandið til og úr Sandoy er raðfest so frammaliga seinastu árini, er tað ábyrgdarleyst at fara undir undirsjóvartunnil nú.

Men nú er ein grundgeving fyri at bíða við tunlinum, at búskapurin er ov heitur. Hvat so við Skálafjarðartunlinum?

- Hvat hitanum í búskapinum viðvíkur, er støðan tann sama. Men nú skal hann fíggja seg sjálvan, tó at eg ikki haldi, at hann er so alneyðugur heldur, sigur Annita á Fríðriksmørk.