Formil 1
Felipe Massa vann annað ár á rað turkisku formil 1 koyringina, í fjør vann hann sín allar fyrsta formil 1 sigur á hesi breytini, og eftir, at hann nú í sjey koyringar ikki hevur staðið ovast á sigurskamlinum, so nýtti hann hesa breytina til at melda seg inn aftur í kappingina um heimsmeistaraheiti. Hann er nú einans fimtan stig aftan fyri Lewis Hamilton, ið við einum skuffandi fimta plássi, misti ein part av sínum fyrimuni.
Á odda frá byrjan til enda
Frá fyrstu byrjunarstøðu lá Massa alla koyringina á odda, bert í løtum, tá hann hevði verið í pitt og onkur annar ikki hevði verið inni enn, lógu onnur á odda. Ferrari liðfelagin Kimi Räikkönen var alla koyrigina beint í hølunum á honum, men megnaði ongantíð heilt at leggja stórt trýst á Massa, og endaði á øðrum plássi. Hann er nú einans sekstan stig aftan fyri Hamilton.
Hitin var øgiligur í Turkalandi við upp móti 40 hitastigum, tílíkur hiti plagar at gera, at nógvir bilar ganga fyri, men í dag steðgaðu einans tveir av teimum 22 bilunum. Adrian Sutil og Mark Webber.Við fimm formil 1 koyringum eftir er kappingin um
Stórur spenningur
Oddafiskurin í heimsmeistarakappingini Lewis Hamilton í McLaren Mercedes lá á einum rættiliga tryggum triðja plássi, inntil hann punkteraði og hetta kostaði honum dýrt, hann fór afturum bæði Heidfeld í BMW, og liðfelaga sín, Fernando Alonso, ið á degnum ikki var nóg skjótur til meira enn eitt triðja pláss, men við trupulleikunum hjá Hamilton nærkast hann liðfelaganum í kappingini um heimsmeistaraheitið. Hann er nú einans fimm stig aftan fyri.heimsmeistaraheitið aftur víðopin, og greitt er, at hetta kann gerast eitt sera spennandi heyst í formil 1.