váðan Kjartan Hoydal sigur, at tey, sum vilja gera íløgur í oljufeløg, mugu, sum oljufeløgini sjálv, meta um óvissur og váða og vísir á, at her er nógv at hugsa um. Váðin av at brúka pening upp á seismikk [...] umsitingarrættin, rættin til at gagnnýta ráevnini í undirgrundini. Kjartan Hoydal sigur víðari, at oljufeløg og fólk, sum vilja gera íløgur, mugu haldast sjálvi at duga at lesa avtaluna um undirgrundina [...] annars ikki vita um, at nakar partaeigari í Atlantic Petroleum hevur vent sær til felagið um hendan spurning, og hann kann tí ikki hugsa sær, at tað fer at ávirka ætlanirnar um at víðka partapeningin í
skal heldur ikki vera nøkur loyna, at vit hugsa eisini um at fáa blaðnum inntøkur við at koma inn í oynna. Vit vóna, at fyritøkur, feløg og stovnar og einstaklingar fara at brúka blaiðið sum lýsingamiðil eisini [...] -Fyrst fari eg at takka tykkum, sum eru komin til móttøkuna, fyri at tit hava víst okkara nýggja tiltaki áhuga. Lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta hevur tvey endamál: nevniliga at halda lív í okkum [...] ella henda fjørðin. Tó so ? her er so nógv virksemi, at bara tað at skula dekka tað, sum her hendir, er nærum nóg mikið hjá einum fólki. Má siga, at tað er ótrúligt, hvussu nógv virksemi er her á fjørðinum
Her er eingin munur. Talan er um eitt og sama mál. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað frøðir hann sum javnaðarmann at síggja, at framstandandi fólkafloksmaður tekur so heilt og fult undir við Sjálvstýrislógini [...] slógin. Eitt nú at Føroya Løgting er tann myndugleiki, sum skal gera av nær og hvørji mál man yvirtekur, og at tað so eru nøkur mál sum man er felags um. -Sjálvstýrislógin byggir á, at tað er Føroya Løgting [...] har hann segði, at føroyingar áttu at gera seg meira sjónligar á tí uttanríkispolitiska økinum sigur formaður Javnaðarfloksins og heldur fram: -Til seinast sigur Bjarni Djurholm, at hesin sáttmálin skal
ódemokratisk skipan at bjóða borgarum at liva undir nú í 2002. Ávís demokratisk framstig eru hend, og tey fegnast vit um. Tað var framstig, at vit fingu umboðan á ríkisdegnum í 1851, og at løgtingið varð [...] bandi, at viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar verða í samsvari við sáttmálan okkara millum, so at hvør partur stýrir sínum egnu viðurskiftum uttan uppílegging frá hinum, og at vit sleppa at seta demokrati [...] vinningurin hjá danska ríkinum av at hava ræðið á okkara ríki er størri enn henda útreiðslan á donsku fíggjarlógini. Fyri at fáa demokrati í ríki okkara er alneyðugt, at vit fáa eina demokratiska stjórnarskrá
tað gleðiliga er, at føroyingar tykjast skilja hesi krøvini og gera sítt til at fylla tey út. Nú er tað soleiðis, at vit hava tað, sum vit hava at bjóða, og tað mugu so tey, sum koma at ferðast, góðtaka [...] summarfrí, vit eiga at satsa uppá. ?Tað skal sjálvandi ikki skiljast so, at vit sleppa hinum, Tað vildi verið ørt at sagt so, tí tað ætlar eingin. Men vit mugu leggja meira orku í at náa teimum, sum vilja [...] góðtaka. Tað gera tey eisini, tí eingin kemur til Føroya at sóla sær, men heldur at síggja nattúru og fugl. Hinvegin eiga vit at duga at føra okkum fram og taka í móti hesum fólkunum, sum tað sømir seg profe
ir ásannaðu, at dysturin var taptur. Góvust upp at við at stríðast, og tó at Stjørnan als ikki spældi upp til tað, sum tær eru førar fyri, so høvdu tær ongar sum helst trupulleikar av at koyra sigurin [...] so eisini fekst at rigga, togaðu tær seg skjótt upp aftur til mótstøðuna. Um miðjan hálvleikin fór tó at ganga skeiva vegin. Stjørnan megnaði at tippa somikið væl fyri í verjuni, at ferðin mest sum f [...] jólasteðginum ábendingar um, at broytingar kanska vóru í væntu. Tí meðan Kyndil brádliga fekk savnað sær fleiri stig, tóktist Stjørnan fullkomuliga at steðga upp, eftir at tær mest sum høvdu útspælt F
málinum. Tí heldur hann, at landsstýrið átti at følt eina ávísa skyldu til at fylgt tilmælinum. ? At byggja eitt skip til Suðuroyarsiglingina, sum ikki siglur skjótari, enn Smyril, sum er, er eitt veldugt [...] arbeiðsligari at lasta og tøma og tað er nógv skjótari at avgreiða. Tað nyttar lítið at byggja eitt framtíðarskip, har bilar framvegis skulu bakka umborð. Tó leggur Heri Hjelm stóran dent á, at talan er als [...] verri. Hann vísir á, at tað var landsstýrismaðurin, sum tá sat við vinnumálum, Finnbogi Arge, sum tók stig til at fáa kommunurnar og vinnulívið í Suðuroynni upp í nevndina til at finna eina loysn á málinum
ønske om at etablere en suveræn stat som et ønske om at udvikle samarbejdet inden for rigsfællesskabet." So Fólkatingið kann heldur ikki verða ein forðan. Stjórnin hevur haraftrat manga ferðir sagt, at ynskja [...] m hava havt so ilt við at kunna góðtaka tað, sum grundlógin sigur um loysingina, m.a. at henda skal góðkennast av stjórnini og einum meiriluta á Fólkatingi, so er hetta bert at síggja sum tann reini f [...] vilji er at fremja málið. Men í staðin fyri at vera maður fyri sítt orð og taka loysingina, so rennur landsstýrið nú undan sínum egna politiska ynski - rennur undan málinum. Í staðin fyri at fara til arbeiðis
fjøltáttað, at tey ikki kunnu verða kvett og slitin við brestin. Søgan hevði eisini kunnað sagt, at í einum so stórum máli sum at slíta 600 ára samband millum tvey lond, er ikki nóg mikið, at 51 av hvørjum [...] er valla rætt at skjóta seg undir, at talan er um demokratiska avgerð. Tá ið 98 % av fólkinum heldur tað vera rætt at fáa loysing, soleiðis sum tað var í Íslandi á sinni, tá hugsi eg, at sambandsfólk høvdu [...] føroyingar mundu halda, at eftir tað fullkomna samanbrotið av fullveldistilgongdini, fór landsstýrið at taka tær politisku avleiðingarnar og leggja frá sær, nú Fólkaflokkurin hevur gjørt av, at eingin fólkaatkvøða
um, at útberingin steðgar, og vit halda, at fólk á útoyggj hava sama rættin til at fáa bløðini á útgávudegnum, sum onnur í landinum hava tað, sigur hann. Hann sigur seg ivast stórliga í, hvør fer at tíma [...] Rætt at fáa bløðini sama dag Fólk á útoyggj mugu tí venja seg til, at tey ikki fáa leygardagsútgávurnar av bløðunum fyrr enn eftir vikuskiftið. Fyri fólk í Kalsoynni verður avleiðingin tann, at fólk fáa [...] tíma at halda bløðini á útoyggj, tá tey fáa vikuskiftisblaðið fýra dagar eftir, at onnur fáa tað. Almenn uppgáva Hjalgrím Samuelsen, nevndarformaður í Prentmiðstøðini, ásannar, at fólk á oyggjunum koma at