Hondbóltur ? kvinnur
Spenningurin var størri, enn hann so ofta hevur verið hjá Kyndli í ár, tá tær sunnudagin tóku ímóti Stjørnuni.
Hóast liðini bæði hava hildið til í hvør sínum enda av stigatalvuni í vetur, so góvu seinastu umførini undan jólasteðginum ábendingar um, at broytingar kanska vóru í væntu. Tí meðan Kyndil brádliga fekk savnað sær fleiri stig, tóktist Stjørnan fullkomuliga at steðga upp, eftir at tær mest sum høvdu útspælt FM-leiklutin, tá tær taptu heimadystin ímóti VÍF.
Brast eftir eitt korter
Dreymurin hjá Kyndli um at basa Stjørnuni varð tó væl og virðiliga gjørdur til einkis, tí tá tvær ferðir 30 minuttir vóru leiktir, hevði Stjørnan vunnið ein ruddiligan sigur.
At byrja við vóru tó fleiri tekin um, at talan lættliga kundi gerast um ein heilt spennandi dyst. Stjørnan byrjaði kanska betri, men Kyndil fekk tó skjótt tamarhald á verjuni, og tá álopsparturin so eisini fekst at rigga, togaðu tær seg skjótt upp aftur til mótstøðuna.
Um miðjan hálvleikin fór tó at ganga skeiva vegin. Stjørnan megnaði at tippa somikið væl fyri í verjuni, at ferðin mest sum fullkomuliga fór av kyndilsspælinum, soleiðis at royndirnar í stóran mun vórðu avmarkaðar til skot útifrá. Álopsparturin hjá gestunum var kanska framvegis ikki so sannførandi, men tá tær fingu læst málið í 12 minuttir, kundu tær so líðandi økja um munin.
Hevði Kyndil eina vón um at venda gongdini, tá farið varð undir seinna hálvleik, so var tó skjótt, at hendan brast. Stjørnan økti alt fyri eitt um munin, og so kom eyðsýndi munurin millum eitt botn- og eitt oddalið aftur til sjóndar.
Kyndilsleikararnir ásannaðu, at dysturin var taptur. Góvust upp at við at stríðast, og tó at Stjørnan als ikki spældi upp til tað, sum tær eru førar fyri, so høvdu tær ongar sum helst trupulleikar av at koyra sigurin heim seinastu longu løtuna.
Sannførdu ikki
Hóast tær við hesum aftur fingu ein tryggan sigur, so bendi dysturin langt frá á tað borðið, at Stjørnan hevur vunnið seg úr naggatódnini, sum liðið hevur verið í seinasta mánaðin ella so.
Hesa ferð gekk tað, men tað er so langt ífrá víst, at tað eisini er nóg mikið móti VB ella Neistanum, at mest sum alt spælið bert gongur um tveir ella tríggjar leikarar. Skal metast efitr fólkinum, so er lítið at ivast í, at Stjørnan eigur silvurmerkini, men nøvnini í sjálvum sær gera ongar skreytir. Skulu silvurmerkini gerast veruleiki, er snøgt sagt neyðugt, at liði virkar betri sum ein eind.
Hjá Kyndli varð dysturin mest sum ein staðfesting av, at tað heldur ikki verður í ár, at nakrir skreytlutir skulu savnast saman. Eftir góða endaspurtin í grundspælinum vildi ein sigur hesa ferð annars verið eitt fitt skump framá. Nakað sum kundi givið áræði, vilja og mót til komandi dystirnar í endaspælinum.
Spurningurin er so, hvørja ávirkan greiða tapið fær. Seinasta álmanakkaárið hevur kanska verið hitt tyngsta hjá kyndilskvinnunum í fleiri ár, og tí er vandi fyri, at tær aftur fella í óndu ringrásina, har lítið og einki ber til, og har allir marginalar eru ímóti.
Liðið telir tó somikið frægar leikarar, at tær hóast alt kunnu hava eina grundaða vón um, at hetta ikki verður støðan, men tá tú ert vanur at stríðast í oddinum, so óhugaligt um tú brádliga ert í botni, og at venja seg til hendan veruleika er kanska tað, sum Kyndil hevur størstu trupulleikararnir av í løtuni.
Dysturin í tølum