Mugu menna vetrarferðingina


Føroyska ferðavinnan eigur at leggja seg eftir at fáa ferðafólk hendanveg uttan fyri vanligu háarstíðina. Eitt nú um veturin, sigur ferðavinnumaður

Ferðavinna

Tórshavn:
Vit eiga at leggja okkum meira eftir at fáa ferðafólk til Føroya í lágárstíðini, sigur Marni Hjallnafoss á ferðavinnustovuni Greengate Incoming í Tórshavn. Hann vísir á, at áhugi er uttanlands, og tað eiga vit at útnytta í føroysku ferðavinnuni.
Marni Hjallnafoss rekur sjálvur annara ferðavinnustovuna Greengate Incoming, sum heldur til í Vágsbotni í Havn. Hann er ikik í iva um, at tað eru tey ferðafólkini, sum vilja koma til Føroya uttan fyri vanliga summarfrí, vit eiga at satsa uppá.
?Tað skal sjálvandi ikki skiljast so, at vit sleppa hinum, Tað vildi verið ørt at sagt so, tí tað ætlar eingin. Men vit mugu leggja meira orku í at náa teimum, sum vilja koma aðrar tíðir enn mitt um summarið, sigur hann.
Hann sigur, at ein ávísur áhugi er at merkja millum bretsk ferðavinnufólk fyri at gera ferðir til Føroya eitt nú um veturin. Eitt sindur av ferðafólki kemur, sum er, men tað er rættiliga lítið kortini. Men verður borið rætt at, kann tað væl mennast, heldur Marni Hjallnafoss.

Vinna í menning
Marni Hjallnafoss heldur, at føroyska ferðavinnan er i menning í aðrar mátar eisini. Her hugsar hann serliga um tænastustøðið í Føroyum, sum er alsamt hækkandi.
Útlendsku ferðafólkini, sum koma hendanveg, seta alsamt størri krøv, og tað skulu tey eisini, heldur hann. Og tað gleðiliga er, at føroyingar tykjast skilja hesi krøvini og gera sítt til at fylla tey út.
Nú er tað soleiðis, at vit hava tað, sum vit hava at bjóða, og tað mugu so tey, sum koma at ferðast, góðtaka. Tað gera tey eisini, tí eingin kemur til Føroya at sóla sær, men heldur at síggja nattúru og fugl.
Hinvegin eiga vit at duga at føra okkum fram og taka í móti hesum fólkunum, sum tað sømir seg professionellum vertum.
Tað gongur væl tann vegin, sigur Marni Hjallnafoss. Hann nevnir gistingarhúsini, sum eru góð í Føroyum, og útlendingar, sum koma hendanveg, láta eisini væl at umstøðunum, sigur hann.

Nýggjar leiðir
Umboð fyri Greengate Incoming vóru her fyri við á Mid Atlantic Seminar ferðavinnumessuni í Íslandi. Hetta var fystu ferð, føroyingar vóru við á hesi messuni.
Serliga komu tey her í samband við amerikanarar, sum tykjast hava fingið áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli.
Marni Hjallnafoss hevur somu áskoðan sum Jeffrei Johannesen, stjóri á Tórshavnar Sjómansheimi vísti á í Sosialinum herfyri, at amerikanarar tykjast søkja meira sonevnd trygg ferðamál. Tað tykjast vera hendingarnar 11. september í fjør, sum gera tað.
Tað er torført at sleppa inn á amerikanska marknaðin, men føroyingar tykjast kortini vera á veg inn saman við íslendingum, metir Marni Hjallnafoss.

Samskiparar
Greengate Incoming er ferðavinnustova, sum samskipar allar ferðir í Føroyum. Marknaðarføringina lata tey onnur um, so at siga, greiðir Marni Hjallnafoss frá. Í teirra føri er tað Atlantsflog, sum Greengate samstarvar við, sum ger faldarar og fær fólk hendanveg. Tá tey eru komin, tekur Greengate við.
Tað kann vera alt frá vanligum familjuferðum og ráðstevnum til tær sonevndu incentive ferðirnar, tey skipa fyri í Føroyum.
Incentive ferðirnar eru áhugaverdar, sigur Marni Hjallnafoss. Talan er í veurleiknaum um luksusferðir, sum fólk veruliga gjalda fyri. Men so eru krøvini eisini hareftir.
Vanliga eru tað fyritøkur, sum senda góðar kundar ella starvsfólk, sum skulu hava einahvørja viðurkenning, á eina slíka ferð, har ikki verður spurt eftir kostnaði, men bara biðið um, at tað, tey vilja hava, verður gjørt til fullnar.
Tað kann til dømis vera at fara ein gongurtúr frá flogvøllinum niðan á eggina sunnanfyri, har fólk frá Hotel Vágum er fyri teimum við morgunmati. Haðani verða tey heintað við tyrlu og flogin til Havnar. Síðan við speedbáti inn á Skálafjørðin, har tey kanska sleppa at rógva kapp við føroyskum bátum, áðrenn farið verður aftur til Havnar við bussi. Bert fyri at taka eitt hugsað dømi.
Tey kunnu vera so nógv, greiðir Marni Hjallnafoss frá.