Bjarni Djurholm undirmetir nevndina

? Eftir at hava arbeitt í hálvtannað ár við spurninginum um, hvussu eitt nýtt suðuroyarskip skal síggja út, er okkara tilmæli skúgvað til viks, sigur Heri Hjelm, sum sat í nevndini

 

Suðuroyarsiglingin


? Tað, sum Bjarni Djurholm nú hevur gjørt, er at undirmeta arbeiðið, sum nevndin, ið hevur fyrireikað byggingina av nýggjum suðuroyarskipi, hevur lagt úr hondum.

Hetta sigur Heri Hjelm, sum sjálvur sat í nevndini, sum varð sett at kanna eftir, hvat skip var tað best egnaða til suðuroyarsiglingina.

Heri Hjelm umboðaði vinnulívið í nevndini, sum hevur fyrireikað nýggja suðuroyarskipið. Men hann er eisini formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag og aðrastaðni í blaðnum í dag verður greitt frá, hvat fólkafloksmenn í Suðuroynni hava av framferðarháttinum hjá Bjarna Djurholm.

Heri Hjelm sigur, at skipið, sum fyrireikingarnevndin hevur mælt til at byggja til suðuroyarsiglingina, er eitt úrslit av einum ógvuliga drúgvum og nágreiniligum kanningararbeiði.

Í nevndini sótu umboð fyri Strandferðsluna, manningina á Smyrli, vinnulívið og kommunurnar í Suðuroynni. Saman við projekteringsfelagnum Knud E. Hansen í Danmark, hevur nevndin mælt til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl, tí tað er tað best egnaða til endamálið. Kortini hevur Bjarni Djurholm mælt til at byggja eitt skip, ið er minni og sum siglur 19 míl.

? Sostatt er tað fremsti serkunnleiki á økinum, sum mælir til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl. Harumframt er tað søguligt, at allir suðuroyingar, bæði allar kommunurnar, sum umboða borgararnar og vinnulívið stendur øksl við øksl um eitt mál.

Heri Hjelm heldur tað tí vera ikki sørt av eini undirmeting, tá ið Bjarni Djurholm kortini mælir til eina loysn, sum er verri.

Hann vísir á, at tað var landsstýrismaðurin, sum tá sat við vinnumálum, Finnbogi Arge, sum tók stig til at fáa kommunurnar og vinnulívið í Suðuroynni upp í nevndina til at finna eina loysn á málinum. Tí heldur hann, at landsstýrið átti at følt eina ávísa skyldu til at fylgt tilmælinum.

? At byggja eitt skip til Suðuroyarsiglingina, sum ikki siglur skjótari, enn Smyril, sum er, er eitt veldugt afturstig.

?Tá ið vit fara undir eina so stóra íløgu, mugu vit sjálvandi taka útgangsstøðið í tí nýggjastu tøknini, sum er. Tað kann ikki vera rætt at taka útgangsstøði í gamlari tøkni.


Stórur munur

Heri Hjelm sigur, at munurin á skipunum, sum fyrieikingarnevndin hevur mælt til, og sum siglur 21 míl og tí, sum Bjarni Djurholm mælir til, og sum siglur 19 míl, er rættiliga stórur.

? Tað eru ikki bara hasi bæði mílini á muni. Skipið, sum siglur 21 míl, er nógv arbeiðsligari at lasta og tøma og tað er nógv skjótari at avgreiða. Tað nyttar lítið at byggja eitt framtíðarskip, har bilar framvegis skulu bakka umborð.

Tó leggur Heri Hjelm stóran dent á, at talan er als ikki um nakað marglætisskip.

? Hetta er eitt praktiskt skip, sum er arbeiðsligt. Tað hevur teir hentleikar, sum eru neyðugur og ikki meiri enn tað, sigur hann.

Hann viðgongur, at talan er um eina stóra íløgu.

? Men tað kemst av, at Suðuroyggin liggur nú einaferð, har hon liggur og av tí at farleiðin er nú einaferð, sum tað er. Nú fáa vágafólk sín undirsjóvartunnil fyri útvið 300 milliónir og aftaná fáa norðoyingar sín undirsjóvartunnil fyri meiri enn tvær ferðir tað, sum nýggja suðuroyarskipið kostar - og fólkagrundarlagið er tað sama.

? Hesar báðar íløgurnar verða hildnar at vera púra natúrligar. Tí skilji eg ikki, at tað skal elva til slíkt stríð, tá ið suðuroyingar eisini vilja hava eitt hóskandi samband við meginøkið, sigur Heri Hjelm.


Onki hjartarúm

Heri Hjelm heldur stutt og greitt, at suðuroyingar eiga ov lítið hjartarúm hjá teimum ymsu politikarunum.

? Vit máttu stríðast fyri at fáa 400.000 krónur til til at kanna málið um nýtt skip til suðuroyarsiglingina ímeðan landsstýrismaðurin uttan himpr ætlar at fáa milliónir eyka í ár til forkanningar til undirsjóvartunnil til Norðoyggjar.

? Tað er undarligt, at hetta málið verður útsett aftur og aftur, tí Smyril, sum nú er, er í sera ivasomum standi og kann liggja, áðrenn vit vita av.