Óvissa um ognarrætt neyvan ávirkan á Atlants Kolvetni

-Eg kann ikki hugsa mær, at tað fer at ávirka ætlanirnar um at víðka partapeningin í felagnum komandi vár, at óvissa er sádd um ognarrættin til rávevni og undirgrund sigur nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni, Kjartan Hoydal

 




Olja og ognarrættur



Skulu vit ganga eftir metingini hjá nevndarformanninum íføroyska oljufelagnum, Atlants Kolvetni, Kjartan Hoydal, so fer tað neyvan at hava nakra ávirkan á eina komandi partafelagstekning hjá felagnum, at tað hevur verið sáddur ivi um, hvør eigur ráevnini í føroysku undirgrundini. Hann vísir til, at somu óvissu hava vit havt viðvíkjandi fiskiskapinum undir Føroyum síðan 1977. Eingin ivast t.d. um, at vit hava fingið umsitingina av hesum tilfeingi ? latin okkum upp í hendi av donskum myndugleikum.


Fólkatingsvalið

Tað var í sambandi við fólkatingsvalið at nomið varð við spurningin um ognarrættin til ráevnini og til undirgrundina. Frá politiskari síðu varð aftur sáddur ivi um, hvør eigur rættin til ráevnini í undirgrundini. Hetta kundi fingið fólk, sum hava sett pening í felagið ella sum ætla sær at keypa partabrøv, at ivast í, hvussu tryggur peningur teirra í veruleikanum er.


Vit hava spurt nevndarformannin í føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni, Kjartan Hoydal, um óvissan, sum sádd er til henda ognarrætt er til ampa fyri føroyingar og onnur sum vilja keypa partabrøv í t.d. Atlantic Petroleum.


Mugu sjálvi meta um váðan

Kjartan Hoydal sigur, at tey, sum vilja gera íløgur í oljufeløg, mugu, sum oljufeløgini sjálv, meta um óvissur og váða og vísir á, at her er nógv at hugsa um. Váðin av at brúka pening upp á seismikk, sum ikki gevur úrslit, váðin fyri at bora ein turran brunn, sannlíkindini fyri at finna olju, tøkniligi váðin í sjálvum boringunum, váðin við prísbroytingum, rentubroytingum ella valutakursbroytingum o.a. Tað kann eisini koma upp á tal, serliga í pørtum av heiminum har politisku viðurskiftini eru ótrygg, at meta um politiskan váða.


-Eg eri ikki varugur við, at tað, sum danski løgmálaráðharrin segði í Fólkatinginum 15. mars 2001 um, at danski ognarrætturin til undirgrundina var óbroyttur, gjørdi, at ein politiskur váði er tikin við í váðametingarnar av oljuni undir Føroyum. Heldur ikki er væntandi, at politiskt orðaskifti um ognarrættin til undirgrundina upp undir fólkatingsvalið, sum partur av orðaskiftinum um ríkisrættarligu støðuna, fara at gera hetta nú. Sjálvandi verður lagt merki til viðmerkingar frá einum donskum ráðharra og frá varaløgmanni. Upp aftur meira verður lagt merki til um tílíkar politisku viðmerkingar av øðrum politikarum, serfrøðingum og fjølmiðlum verða lagdar út sum álop á brúks- og umsitingarrættin, rættin til at gagnnýta ráevnini í undirgrundini.


Kjartan Hoydal sigur víðari, at oljufeløg og fólk, sum vilja gera íløgur, mugu haldast sjálvi at duga at lesa avtaluna um undirgrundina frá 1992 og síggja helst orðini hjá danska løgmálaráðharranum og føroyskum politikarum fyri tað tey eru, leikir í ósemjuni um ríkissrættarligu støðu Føroya. Tey síggja hetta ikki sum eitt álop á rættin til at gagnnýta ráevni í undirgrundini, sum danska stjórnin við undirgrundaravtaluni í 1992 hevur latið Føroya landsstýri, bert við treytum viðvíkjandi blokkstuðlinum, sum eru oljuvinnuni óviðkomandi.


Sama óvissa við fiski

Nevdarformaðurin í Atlants Kolvetni, sum eisini hevur drúgvar royndir frá fiskivinnuni vísir á, at vit hava havt somu óvissu viðvíkjandi fiskiskapinum undir Føroyum síðan 1977. Eingin ivast um, at vit hava fingið umsitingina av hesum tilfeingi ? latin okkum upp í hendi av donskum myndugleikum. Svarið hjá einum donskum løgmálaráðharra hevði tí helst verið hitt sama, um eitt orðaskifti um ognar- ella yvirvaldsrætt tók seg upp í samband við fiskivinnuna sigur Kjartan Hoydal og heldur fram:


- Eg havi sjálvur fingið spurningin frá summum av teimum londum Føroyar hava samráðst við um fiskimøguleikar. Spurningurin kom oftast upp í samband við, at danska sjóverjan var uppi í fiskiveiðieftirlitinum undir Føroyum. Men hóast spurningurin kom upp, haldi eg ikki tað hevði týdning fyri seinni avtalur.


Kjartan Hoydal sigur seg annars ikki vita um, at nakar partaeigari í Atlantic Petroleum hevur vent sær til felagið um hendan spurning, og hann kann tí ikki hugsa sær, at tað fer at ávirka ætlanirnar um at víðka partapeningin í felagnum komandi vár.