-Fyrst fari eg at takka tykkum, sum eru komin til móttøkuna, fyri at tit hava víst okkara nýggja tiltaki áhuga. Lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta hevur tvey endamál: nevniliga at halda lív í okkum sjálvum og menna ávísina og kunna geva okkara íkast til menningina av allari oynni. Vit eru fegnir um at hava fingið so góðar umstøður her hjá Karlu og arbeiðarafelagnum Hæddini við góðum grannum til allar síðir, men skulu samstundis minna á, at vit eru her fyri alla oynna og ikki bert fyri hetta økið ella henda fjørðin. Tó so ? her er so nógv virksemi, at bara tað at skula dekka tað, sum her hendir, er nærum nóg mikið hjá einum fólki.
Má siga, at tað er ótrúligt, hvussu nógv virksemi er her á fjørðinum, men fara vit kring alla oynna, so er støðan alla staðni tann sama ? her ýðir við arbeiðsplássum ? glaðum og nøgdum fólkum. At frítíðarvirksemi eisini er í sínum besta blóma, her hugsi eg ikki minst um tey mongu ítróttarfeløgini, er jú eisini eitt sunnheitstekin: at fólkið trívist. Tá arbeiði er til allar hendur og somu hendur eru virknar á vølli og í høll, so má tað sigast at vera trivnaður.
Men lívið her er eisini annað enn arbeiðspláss og ítróttarvøllir. Tað er skúli, og tað er mentan. Eisini her er nógv virksemi. Skúladepilin á Kambsdali er eitt gott prógv um tað. Og nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði. Fyri ikki at tosa um felagshúsini á Oyrabakka, sum hava hýst mongum tiltaki.
Jú her grør um gangandi fót.
Og hetta er eisini svarið uppá, hví Sosialurin sum blað vil seta seg niður her tykkara millum. Vit vilja vera partur av hesi menning.
Menning ikki bara fiskur og fótbóltur
Men tá vit tosa um menning, eiga vit ikki at gloyma, at hetta er ikki bara fiskur og fótbóltur. Menningin í einum samfelag, eini oyggj ella bygd snýr seg um øll menniskju, um øll tey fólk her búgva, eisini tey, sum vit ikki seta í samband við fisk ella fótbólt. Tí eiga vit ikki at gloyma tey, sum kanska hava ringast við at tala søk sína, børnini og tey ungu og tey gomlu og veiku. Tess betri børnini og tey gomlu hava tað, tess betri hevur samfelagið tað eisini. Tí vil uppgávan hjá einum blað sum Sosialinum eins nógv vera at seta ljóskastaran á umstøðurnar hjá hesum ættarliðum.
Í byrjanini verður Vilmund Jacobsen her á redaktiónini, men ætlanin er, at fólk frá øðrum redaktiónum eisini skulu arbeiða her, og tey, sum eru her skulu arbeiða aðrastaðni. Á henda hátt ætla vit at menna okkara egna fólk og deildir. Geva teimum fjølbroyttar og ymiskar avbjóðingar. Spennandi avbjóðingar í ymsum umhvørvi. Tí skulu tit ikki vera kløkk, um tað ein dag sita trý folk her og taka sær av t.d. eini stórari handils- og ídnaðarmessu í Runavík, fylgja stórari mentanarstevnu í Fuglafirði, fylgja áhugaverdari samfelagsligari ráðstevnu á Kambsdali, eru við, tá Norðoyartunnilin verður latin upp fyri ferðslu ella taka ímóti tí fyrsta útgerðarskipinum, sum kemur til lands av okkara fyrstu føroysku oljuleið.
Tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at vit hugsa eisini um at fáa blaðnum inntøkur við at koma inn í oynna. Vit vóna, at fyritøkur, feløg og stovnar og einstaklingar fara at brúka blaiðið sum lýsingamiðil eisini og ikki bara tá talan er um at fáa upplýsingar og tíðindi út. Vit seta tí okkara álit á, at fleiri eysturoyingar bæði fara at lesa og brúka okkara blað við teimum møguleikum tað gevur segði Jan Müller, blaðstjóri og nevndi fyri mongu fólkunum, sum vóru við til móttøkuna, at tað gjørdi ikki støðuna verri, at tað í dag arbeiða fleiri eysturoyingar á blaðnum. Blaðstjórin ynskti Vilmundi Jacobsen góða eydnu við nýggju rúmligu og snotuligu hølunum og takkaði eysturoyingum fyri at hava tikið so væl ímóti blaðnum.