VIDEO: Storhamar mátti lúta fyri Metz í Champions League

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Storhamar-Metz 24-27 (12-13)

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar høvdu í dag torføran dyst á heimavølli í bólki A í Champions League.

 

Á vitjan í OBOS Arena vøllini vann franska liðið, Metz 27-24 á Storhamar. Í steðginum var Metz á odda við einum máli, 13-12.

 

Pernille skoraði tvey mál upp á fýra málmøguleikar.

 

Storhamar er nummar fimm í bólkinum við fýra stigum. Györ og Metz eru fremst í bólkinum við 10 stigum hvør.

 

Mikudagin klokkan 17 spælir Storhamar dyst á útivølli móti Fredrikstad í bestu norsku deildini.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Storhamar-Metz 24-27 (12-13):

 

##med2##