Útberingin til útoyggjar steðgar

Tað loysir seg ikki hjá Prentmiðstøðini at bera bløðini út á smáum plássum, og tí er útberingin til smáoyggjar steðgað. Seinni verður útberingin helst steðgað í fleiri økjum eisini

 

Nú verða leygardagsútgávurnar av Sosialinum og Dimmalætting ikki longur bornar út til haldarar í Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Hesti og Skúvoy um vikuskiftið.

Prentmiðstøðin, sum hevur staðið fyri hesi útbering síðani Postverkið gavst við henni í apríl mánaði í 1999, er nú steðgað við útberingini.

Tað loysir seg ikki hjá Prentmiðstøðini at bera bløðini út á smáplássunum, og tí hevur felgið tikið avleiðingarnar av hesum.

? Vit hava verið í samráðingunum við Vinnumálastýrið um stuðul til útberingina, men nú málið dregur út, hava vit valt at steðga útberingini, sigur Hjalgrím Samuelsen, sum er nevndarformaður í Prentmiðstøðini. Hann er somuleiðis fíggjarstjóri á Dimmalætting.

Ætlanin var, at útberingin skuldi steðga 1. januar, men tá var gongd í málinum, og tí er útberingin nústani steðgað.


Rætt at fáa bløðini sama dag

Fólk á útoyggj mugu tí venja seg til, at tey ikki fáa leygardagsútgávurnar av bløðunum fyrr enn eftir vikuskiftið.

Fyri fólk í Kalsoynni verður avleiðingin tann, at fólk fáa leygardagsblaðið týsdag ? fýra dagar eftir at tað er skrivað og á gøtuni aðrastaðni.

? Posturin er ræstur, tá hann kemur í Kalsoynni, men hetta ger tað bara enn verri, sigur Markus í Norðnástovu, sum er borgarstjóri í Mikladals kommunu.

? Vit eru kedd um, at útberingin steðgar, og vit halda, at fólk á útoyggj hava sama rættin til at fáa bløðini á útgávudegnum, sum onnur í landinum hava tað, sigur hann.

Hann sigur seg ivast stórliga í, hvør fer at tíma at halda bløðini á útoyggj, tá tey fáa vikuskiftisblaðið fýra dagar eftir, at onnur fáa tað.


Almenn uppgáva

Hjalgrím Samuelsen, nevndarformaður í Prentmiðstøðini, ásannar, at fólk á oyggjunum koma at merkja, at felagið steðgar við útberingini.

? Men hetta er ein samfelagstænasta, sum vit hava átikið okkum, síðani Postverkið gavst við henni í 1999. Tí er hetta í grundini ein tænastustøði, sum tað almenn hevur lagt. Hjá okkum loysir tað seg ikki at bera bløðini út sama kvøld á smáoyggjunum, og vit mugu hugsa um, hvat loysir seg, sigur hann.

? Vit hava roynt at fingið tað almenna at gjalda fyri útberingina til smáplássini, tí hetta meta vit sum eina almenna uppgávu, men málið bara dregur út.


Postverkið og landsstýrið ábyrgdina

Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, vísir á, at tað eru ikki bløðini, sum steðga útberingini, men hinvegin Postverk Føroya.

? Postverkið gavst jú við útberingini leygardag í apríl 1999, og síðani hava bløðini átikið sær hesa útbering. Men vit mugu viðurkenna, at tað loysir seg ikki hjá okkum at bera út á smáu plássunum, sigur Jan Müller.

? Vit dríva forrætning, og tí mugu vit hugsa um, hvat loysir seg hjá okkum. Og um fólk á útoyggjunum eru kedd og ill um ikki at fáa leygardagsblaðið til vikuskiftið, so er adressan ikki bløðini, men Postverkið og landsstýrið.

Ábygdarblaðstjórin á Sosialinum vísir á, at aðrastaðni er vanligt, at almennu myndugleikarnir lata stuðul til útbering av bløðum.

? Um Postverkið ikki er ført fyri at bera bløðini út, so kunnu vit átaka okkum hesa uppgávuna, men so mugu vit eisini fáa stuðul frá tí almenna, sigur Jan Müller.


Meira útbering í Havn

Tá postgjaldið hækkar 1. juli í ár, fer Prentmiðstøðin at kunna bera bløðini út hvørt kvøld í høvuðsstaðnum fyri sama prís sum Postverkið.

Tí útilokar nevndarformaðurin í Prentmiðstøðini ikki, at felagið framyvir fer at bera bløðini út í Havn hvørt kvøld.

? Sum frálíðir fara vit helst at steðga við útberingini á fleiri av smærru plássum, tí vit mugu hugsa um stóru økini, har tað loysir seg betri hjá okkum at bera bløðini út, sigur Hallgrím Samuelsen.

Sosialurin og Dimmalætting geva fimm bløð út um vikuna. Fýra av bløðunum ber Postverkið út, meðan leygardagsblaðið verður borið út av Prentmiðstøðini, sum bløðini sjálvi eiga.