minti eisini samkomuna á Dimmalætting hendan dagin á, at tað bara er eitt landsdekkandi blað, Norðlýsið, meðan øll hin samlaða pressan er høvuðsstaðarpressa! Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum heilsaði [...] - Dimmalætting er tað besta brandið í Føroyum, eingin ivi um tað! So avgjørdur var nýggi stjórin og ábyrgdarstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen. Í sambandi við blaðstjóraskiftið skipaði blaðið fyri [...] Gregersen. Hann fegnaðist um at fáa ein so royndan kappingarneyta, tí tað kann bara skapa lív í okkara lítla fjølmiðlaheimi. Hann helt tað vera djarvt av nevndini hjá Dimmalætting at fara eftir einum so royndum
dystirnar. Einki er at ivast í, at missurin av Allan Mørkøre er dyggur smeitur komandi vikurnar, men ein bonkur við monnum sum Hanus Thorleifsson og Ova Nysted gevur tó ábending um, at liðið er ført fyri at [...] áðrenn Rógvi Jacobsen fekk javnað, so var hetta í tráð við støðugu yvirvágina. Og yvirvágin seinasta lítla korterið gjørdist næstan eins total, og hon var tað hjá B36 fyrsta korterið. Ta einu ferðina vardi [...] Framgongd hjá báðum Javnleikurin stóð tó við í samfullar 90 minuttir, og tó at báðir partar iðraðu seg, so er úrslitið helst liviligt hjá báðum. Við »bara« einum máli skeivan vegin tykist HB-verjan at vera so
uttan steðg, men tyktust enn at vera væl fyri. Kórleiðarin Sigrið Sivertsen rópti á tey, kom nú, nú er bara ein vanligur arbeiðsdagur eftir, og henda upplýsing tyktist at gera hýrin uppaftur betur. Framførslan [...] tónleikarunum og sangarunum høvdu hildið leingið á, men tá vit komu á gátt, var tað bert tann eina gentan, ið hevði verið vakin allatíðina. Hon var tó ikki sannførd, at hon fór at megna at halda seg á fótum
øllum heiminum sum arbeiðsøki - Oskar Jensen og Lars Skovgaard, ið booka tónleikin til ávikavíst Lítla og Stóra Vega - Dananum Jesper Kemp tónleikaumboðsmanni í fyritøkuni Beatboxbooking, hann umboðar [...] Brixvold, ið umboðar spælistaðið STARS og Roskilde Festivalin. - Norsku Birgitte Hanssen Mandelid, ið er blaðkvinnan og umboðar næststørsta norska festivalin Øyafestivalen Hetta gjørdist ein áhugaverdur fundur [...] mest at peika ímóti at syngja á egnum máli. Tí tann erligheitin og inniligheitin, ið móðurmálið gevur er trupul at endurskapa á øðrum málum. Tó tyktist semja at vera um, at undantøk heilt víst funnust.
Amnesty International er verjan og røddin hjá tí veika og lítla, mótvegis tí kúgandi og sterka. Tí harmar tað okkum almikið, at Amnesty nú umhugsar at arbeiða við einum máli, har tað ikki er tann veikasti parturin [...] verður hildin í Meksiko seinni í ár. Endaliga málið er at Amnesty International skal samtykkja hetta uppískoyti á altjóða støði. Amnesty International er ein viðurkendur altjóða felagsskapur, ið hevur gjørt [...] rættindini hjá tí ófødda barninum. Eisini hóast talan er um ógvusligar umstøður, har kvinnur hava verið fyri ræðuligum hendingum. Tann mest óseki parturin er hóast alt barnið. Um man velur at arbeiða fyri fosturtøku
næstan liggur í andaleypi at kalla. Tunnilin til fasta sambandið er 5 km til longdar, og dýpið er 145 m niður á tunnilsbotn. Hallið er tá 8%, sum flestir av teim fyrstu norsku undirsjóvartunlunum vóru [...] Norðoyatunlinum. Alt hetta skrivliga tilfar við tilhoyrandi tekningum er Annfinni og hinum av teimum garvaðu politikarunum kunnugt, og er eingin orsøk til nú at koma afturumaftur sum ketta upp úr høvdatrog [...] væl hægri; men veruliga talið fæst best við at bjóða út, tá einki annað tunnilsarbeiði er í ljósmála. Uttangarðs er undir 100 m hædd pláss fyri 4.500 vanligum sethúsum. Tá undirsjóvartunnilin út í Svínoynna
í fjør, men nú er tað lækkað niður í 20%. Samstundis er barnafrádrátturin hækkaður úr 2500 krónum, upp í 3000 krónur, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri. Og fíggjarliga gongdin í Hovi er so góð, at hóast [...] byggibúgvin, so at tað er klárt at seta formarnar á. Tey bæði grundstykkini verða seld fyri einans 30.000 krónur hvørt. - Talan er um grundstykki, sum kommunan hevur átt í 20 ár, so tað er ongin orsøk at selja [...] nakrantíð eftir einum ári. Og tað er bøta um vatnveitingina við bæði nýggjum brunni og reinsiverki so at allir hovbingar skulu fáa sóttreinsað vatn. Talan er um eina útbygging, sum er mett at kosta 1,5 millión
Guilhem Nayral. Teir høvdu lagt til rættis ein tíggju dagar langan gongutúr til ein stóran foss, sum er inni í teirri tøttu skógini - ella ?jungluni? í suðuramerikanska landinum. Men hóast Loic og Guilhem [...] burtur av leið og funnu ikki heimaftur. Eftir sjey vikur í skóginum náddi fyrst annar teirra til eina lítla bygd í Fransk Guyana, og fýra tímar seinni høvdu fólk, sum fóru at leita eftir upplýsingum hjá tí
legði heimaliðið á odda. Stóri og sterki áleyparin skallaði eitt innlegg frá Hans Paula Samuelsen. Lítla løtu seinni var tað sami Hanus Eliasen, sum enn einaferð skallaði bóltin í netið. Hesuferð við uppleggi [...] sær svart út hjá Skála, sum aftur í dag mátti av vøllinum sum tapari við trimum málum. Leikaraliga er liðið ikki verri fyri enn í fjør, men saknurin tykist at vera stórur í kenda venjaranum, Jóhan Nielsen
og apur. Er tað nakað, sum tær ikki dámar við Hong Kong? Tað mær dámar minst við Hong Kong er luftin og luftvætan. Her er luftin ikki so rein sum heima í Føroyum, og meginpartin av árinum er luftavætan [...] tai chi. Tai chi er eitt slag av kampsporti, har ein rørir seg spakuliga og ger mjúkar rørslur. Eitt annað væl dámt frítíðarítriv er at spæla mahjong, sum er eitt borðspæl. Shopping er eisini ein stórur [...] arbeiða”. Tey arbeiða langar dagar og hava lítla frítíð. Ein vanlig arbeiðsvika er 6 dagar, og tey fáa 12 dagar feriu um árið, tá tað kinesiska nýggjárið er. Her fáa fólk heldur ikki pensión, tá ið tey